info
Ongi úrslit
Støðin hevur eina árliga framleiðsluorku á 6.000 tons, og hon fer at framleiða upp í 10 milliónir smolt um árið. Mynd: Mowi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

Støðin hevur eina árliga framleiðsluorku á 6.000 tons, og hon fer at framleiða upp í 10 milliónir smolt um árið

Vilmund Jacobsen
26. november 2026 kl. 16:36

Norski alirisin Mowi letur í dag alment dyrnar upp til heimsins størstu og mest framkomnu smoltstøð.

- Støðin liggur í Kilvik í Meløy kommunu við Helgelandskysten í Norðurnoregi, og tað er felagið Helgeland Smolt, har Mowi eigur 73,6 prosent, sum stendur fyri verkætlanini.

Hetta upplýsir Mowi í tíðindaskrivi í dag, og tað er IntraFish sum endurgevur.

Talan er um eina risastóra støð við 12 ymiskum framleiðslueindum og einari samlaðari karrúmd á 51.000 rúmmetrar.

Støðin hevur eina árliga framleiðsluorku á 6.000 tons, og hon fer at framleiða upp í 10 milliónir smolt um árið.

Smoltið verður stórt – hvør fiskur fer í miðal at viga umleið 600 gramm, áðrenn hann verður settur út á sjógv.

Endamálið við at ala smoltið so stórt á landi er at stytta tíðina, sum laksurin stendur í aliringunum á sjónum og harvið betra um fiskaheilsuna og økja um framleiðsluna.

Støðin fer sambært Mowi at skapa umleið 25 nýggj arbeiðspláss í Meløy kommunu.

- Hetta er ein stór og strategisk íløga fyri Mowi. Tá vit keyptu okkum upp í Nova Sea í januar í fjør, boðaðu vit frá víðari vøkstri og øktum virksemi í Norðurnoregi.

Her er størsta og týdningarmesta aliøkið hjá Mowi.

- At vit nú lata upp í Kilvik, er eitt ítøkiligt dømi um hetta, sigur samtaksstjórin í Mowi, Ivan Vindheim, í tíðindaskrivinum.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

17 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

23 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

25 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

52 minuttir síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

4 tímar síðan