Umvælingin av íslendska uppsjóvarskipinum Barða NK, sum hevur ligið í Havn síðani ein ógvusligan eld í juni, nærkast nú endanum.
Leygardagin var skipið á einum átta til níggju tíma royndartúri úr Havn, og sambært íslendska reiðarínum Síldarvinnslan gekk royndartúrurin væl.
Grétar Örn Sigfinnsson, rakstrarleiðari hjá reiðarínum, sum er staddur í Havn, sigur við heimasíðuna hjá Síldarvinnsluni, at arbeiðið við skipinum hevur gingið væl.
Nakrir smávegis trupulleikar komu undan kavi á royndartúrinum, men sum heild riggaði alt, sum tað skuldi.
– Umframt smávegis rættingar, sum skulu gerast, er eftir at mála maskinrúmið og onnur rúm, sum fingu skaða av eldinum, sigur hann.
Hann væntar, at tað mesta av arbeiðinum verður liðugt hesa vikuna.
Spreinging og stórur eldur
Tað var 12. juni í ár, at ein spreinging hendi í maskinrúminum á Barða NK, tá skipið var statt nær Føroyum.
Skipið hevði verið til umvælingar í Havn og var á heimleið til Íslands, tá spreingingin hendi og stórur eldur kom í maskinrúmið.
Manningin handlaði skjótt og rætt og fekk tamarhald á støðuni, áðrenn eldurin fekk uppaftur álvarsligari avleiðingar.
Barði rak fyri vág og vind uttan stýring í meira enn tríggjar tímar, áðrenn eitt føroyskt vaktarskip kom til hjálpar.
Vaktarskipið sleipaði Barða til Havnar, har skipið hevur ligið síðani.
Nærkast endanum
Síðani hevur verið arbeitt við at umvæla skaðarnar á skipinum í Havn.
Nú er arbeiðið komið so langt, at reiðaríið væntar, at skipið skjótt kann fara aftur í sigling.
– Eg rokni við, at Barði siglir heim til Neskaupstaðar um tvær vikur ella so, sigur Grétar Örn Sigfinnsson.
Barði NK hoyrir til íslendska reiðaríið Síldarvinnslan, sum hevur heimstað í Neskaupstaði á eysturstrond Íslands.
Keldur: Síldarvinnslan og Morgunblaðið.