info
Ongi úrslit

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

Danska ráðgevingarfyritøkan Leave a Mark Consulting Group, sum hevur høvuðssæti í Keypmannahavn, er kosin Børsen Gazelle 2026 eftir ein vøkstur á 589 prosent.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 14:27

Tíðindaskriv:

Í fyritøkuni starvast tær báðar føroysku kvinnurnar Eva Christelsdóttir og Jessica Klevang, sum arbeiða við KT- og kunningartrygd.

Mikudagin 25. november vóru Eva og Jessica við til hátíðarhaldið í K.B. Hallen í Keypmannahavn, har gazellufyritøkurnar úr høvuðsstaðarøkinum komu saman.

Børsen hevur síðan 1995 heiðrað danskar vakstrarfyritøkur. Fyri at verða kosin gazellufyritøka skal ein fyritøka millum annað hava havt árligan vøkstur og í minsta lagi tvífaldað umsetningin ella bruttovinningin yvir fýra roknskaparár.

Føroyskir førleikar innan KT- og kunningartrygd

Bæði Jessica og Eva hava hægri útbúgvingar innan nettrygd, talgilda innovatión og leiðslu frá donskum universitetum.

Í sínum dagliga arbeiði nýta tær sínar fakligu førleikar til at hjálpa fyritøkum og stovnum við at styrkja KT- og kunningartrygdina, handfara váðar og liva upp til standardir og lógarásetingar, eitt nú ISO 27001, NIS2, DORA og GDPR.

Tær eru við í allari tilgongdini, frá greining av verandi trygdarstøðu og kortlegging av manglum (gap analysis) til íverksetan av trygdartiltøkum, mannagongdum og stýrisskipanum. Harumframt fremja tær innanhýsis auditir og hjálpa kundum við fyrireiking til og stuðli undir uttanhýsis auditum og sertifiseringstilgongdum.

Endamálið er, at fyritøkur ikki einans lúka galdandi krøv, men at kunningartrygd eisini verður ein natúrligur partur av dagliga rakstrinum.

Eisini kundar í Føroyum

Hóast Leave a Mark Consulting Group hevur høvuðssæti í Danmark, hevur fyritøkan eisini føroyskar kundar. Við vaksandi talgildum hóttanum og nýggjum trygdarkrøvum økist tørvurin á serkunnleika innan økið eisini í føroyska vinnulívinum.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

27 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

35 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

37 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

5 tímar síðan