info
Ongi úrslit
Nógv hevur verið tosað um, hvussu ferðsluvandin á landsvegnum við Streymin kann avmarkast. Nú er málið reist sum ein fyrispurningur til landsstýrismannin

Vil hava trygga loysn við Streymin

Haraldur Símunarson Hammer spyr Jacob Vestergaard, um pengar verða settir av á fíggjarlógini fyri 2027 til at bøta um ferðsluviðurskiftini við Streymin. Hann vil eisini vita, um landsstýrið er sinnað at fyrireika eina rundkoyring.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 16:17

Verður ein varandi og trygg loysn á ferðsluviðurskiftunum við Streymin framd í hesum samgonguskeiðinum?

Tað vil Haraldur Símunarson Hammer, løgtingsmaður, hava svar upp á frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum.

Í einum skrivligum fyrispurningi, sum er dagfestur í dag, setur hann landsstýrismanninum tríggjar spurningar um ferðsluviðurskiftini á staðnum.

Hann spyr, um pengar verða settir av til endamálið á fíggjarlógini fyri 2027, og um landsstýrið er sinnað at projektera eina rundkoyring sum varandi loysn. Harumframt vil hann vita, um landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta og fremja eina trygga loysn í samgongutíðarskeiðinum.

Í viðmerkingunum vísir Haraldur Símunarson Hammer á, at fleiri álvarslig ferðsluóhapp hava verið við Streymin, og at fólk eisini hava latið lív.

Hann lýsir ferðsluviðurskiftini sum eina deyðsfellu og vísir á, at ymiskar meiningar hava verið um, hvør loysn er tann besta. Partarnir hava ikki altíð verið samdir.

Sambært løgtingsmanninum vísir nýggjasta samskiftið millum kommununa og Landsverk, at ein politisk játtan er avgerandi fyri at koma víðari við málinum.

Hóast kommunan, Landsverk og aðrir partar møguliga kunnu semjast um eina rundkoyring, verður sambært viðmerkingunum ikki arbeitt víðari, fyrr enn pengar eru tøkir til endamálið.

– Tískil stendur málið í stað, inntil politisk játtan fyriliggur, skrivar Haraldur Símunarson Hammer.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

1 tími síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

5 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

5 tímar síðan