Ætlar at leggja hægri avgjald á hybridbilar

Uppskot er nú lagt fyri Løgtingið, ið hevur sum endamál, at bara elbilar fáa avgjaldslætta

– Endamálið við at frítaka hesi akfør fyri avgjøld er at gera tað bíligari fyri brúkaran at keypa grønu loysnina fram um siðbundin akfør, ið nýta brennimotorar.

 

Tað sigur Bjarni K. Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur lagt fyri tingið lógaruppskot um at taka av aftur avgjaldslættan, sum Løgtingið í februar samtykti fyri hybridbilar og plugin hybridbilar.

 

Høvið var at lógin um avgjaldslætta fyri elbilar gekk út á nýggjárinum, og tá uppskotið kom í tingið um at leingja lógina, hevði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tikið hybridbilnar við í uppskotið soleiðis, at teir eisini fingu avgjaldslætta sum »grønir bilar«.

 

Atfinnarar hava ført fram, at hendan avgerðin hjá Løgtinginum fer at tarna grønu umleggingini til elbilar, tí hybrid ella plugin hybrid bilar altíð mugu hava brennievni.

 

Tí hevur Bjarni K. Petersen lagt fram hetta lógaruppskotið, soleiðis at tað bara vera elbilar – bilar sum ikki nýta brennievni – sum fáa avgjaldslætta.

 

Lógaruppskotið kann lesast her.