Frá Filmsfelagnum:
Meksikanski leikstjórin, Alejandro G. Iñárritu (f.1963), sum er útbúgvin á Universidad Iberoamericana í Meksikobýi, hevur fimm ferðir vunnið Oscarvirðislønina og eins oftað verðið virðisløntur í Cannes. Eftir klassikarar sum John Ford og Joseph L. Mankiewicz, er Iñárritu við "Birdman" (2014) og "The Revenant" (2015) hin triði at fáa Oscarvirðislønina sum besti leikstjóri ár um ár.
Iñárritu er framúr at lýsa menniskjansligu støðuna, the human condition, og hesin nýggjasti filmurin, "Digger", verður av ummælarum hálovaður sum ein satira í fleiri løgum, um at verða óður eftir pengum, hildin upp móti veðurlagsbroytingum, ið eftir oljuboringar í Grønlandi elvir til eina vanlukkuliga støðu, íkomin av ongum øðrum enn høvuðspersóninum, sum er úr Texas.
Ikki allir ummælarar eru so fegnir um filmin, har Oscarvinnarin og actionhetjan, Tom Cruise, ikki er at kenna aftur í høvuðsleiklutinum, sum sterkasti og týdningarmesti maður í heiminum, Digger Rockwell, sum er úr Texas og borar eftir olju, og fyri fyrstu ferð er javngamal við hin veruliga Tom Cruise. Vágafúsur hevur hann sett sær fyri at prógva, at hann er hin einasti og seinasti, at bjarga mannaættini, innan ólukkan, hann sjálvur hevur skapt, leggur alt í oyði.
Umframt Tom Cruise fylgja vit í filminum eini ørgrynnu av Oscarvirðisløntum og -tilnevndum leikarum úr fleiri londum, so sum John Goodman sum forsetin, Riz Ahmed, Sandra Hüller, Michael Stuhlbarg, Jesse Plemons, Robert John Burke, Emma D’Arcy, Burn Gorman og Sophie Wilde.
Myndamaður er meksikanski Emmanuel Lubezki Morgenstern (f.1964), ið er hin einasti í allari filmsøguni at fáa Oscarvirðislønina trý ár á rað, millum annað fyri "The Revenant", har hann bara brúkti dagsljós.
Handritið til nýggja filmin, "Digger", hevur leikstjórin, Iñárritu, skrivað saman við Oscarvinnarunum Alexander Dinelaris, Nicolás Giacobone og Sabina Berman.
Filomsfelagið 21/10 kl 20:00 Digger (Alejandro G. Iñárritu UK, Meksiko og USA 2026 128 min)
