info
Ongi úrslit

VIDEO: Strømsgodset vann stórsigur í toppdystinum móti Kongsvinger

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Kongsvinger 5-1 (4-0)

Mynd: dt.no
Heri Á. Simonsen
14. oktober 2026 kl. 21:25

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset liggja nú á einum beinleiðis uppflytingarplássi í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

Í kvøld spældi Strømsgodset toppdyst móti Kongsvinger á Marienlyst leikvøllinum í Drammen. Strømsgodset vann stórsigur 5-1. Í fyrra hálvleiki syrgdi tann í Føroyum væl kendi Sebastian Pingel fyri einum reinum hattricki aftaná Herman Stengel hevði lagt heimaliðið á odda longu í øðrum minutti av dystinum. Í 79. minutti økti Marcus Mehnert til 5-0 áðrenn Kongsvinger slapp at pynta um úrslitið við einum brotssparksmáli.

Nú fýra umfør eru eftir er Haugesund fremst í deildini við 59 stigum. Strømsgodset hevur 57 stig á øðrum plássinum, og Kongsvinger hevur 56 stig á triðja plássinum. Stabæk er nummar fýra við 49 stigum.

Júst Stabæk vann á heimavølli 4-1 á liðnum hjá Gullbrandi Øregaard og Olafi Bárðarsyni, Sandnes ULF. Olaf var saman við tveimum øðrum viðleikarum skiftur út aftaná steðgin.

Sandnes ULF er fjórðaftast í deildini við 26 stigum.

Sunnudagin klokkan 13.30 hevur Strømsgodset aftur toppdyst á Marienlyst leikvøllinum. Tá kemur oddaliðið, Haugesund á vitjan. Sama dag klokkan 16 spælir Sandnes ULF dyst á útivølli móti Kongsvinger. Gullbrandur og Olaf kunnu við einum sigri hjálpa bæði sínum egna liði, og liðnum hjá Mattiasi.

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Kongsvinger 5-1 (4-0):

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

9 tímar síðan

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

4 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Myndir: Kyndil-H71 kvinnur

4 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Maritu vann stórsigur - liðið hjá Janu tapti greitt

1 tími síðan
Tíðindi

Video: Filmur av illveðrinum í dag

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann ein knúsandi stórsigur á Kyndli

1 tími síðan
Tíðindi

USA hevur ikki fram­íhjár­ætt til grøn­lendsk ráevni

2 tímar síðan
Tíðindi

112 ára gomul setur met – men kennir seg ikki gamla

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri sløg av krabbameini gerast vanligari hjá fólki undir 50 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Helsingforsavtalan og norðurlendska samstarvið mugu rúma okkum øllum

4 tímar síðan
Tíðindi

Handverkara­fel­øg­ini vrak­aðu semings­uppskotið

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Koyr saman til fótbóltskappingar

4 tímar síðan