Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í kvøld.
Marita Mortensen vann saman við liðfeløgunum í Nykøbing-Falster á heimavølli stórsigur 30-19 á gamla liðnum hjá Maritu, HØJ. Í steðginum var NFH á odda 13-8.
Marita skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.
Nykøbing-Falster er fjórðfremst í deildini við níggju stigum.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg máttu á útivølli lúta greitt 24-33 fyri toppliðnum, Odense, ið var á odda 17-13 í steðginum.
Jana skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir. Hon legði upp til tvey mál og vann eisini liðnum eitt brotskast.
Viborg er nummar sjey í deildini við sjey stigum.
Leygardagin klokkan 13 verður føroyingauppgerð. Tá taka Rakul Wardum og liðfelagarnir í Skanderborg á heimavølli móti liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Keypmannahavn.