Samlaðu skrásettu ferðaútreiðslurnar hjá stjórnarráðunum eru góðar 3,4 milliónir krónur, síðani landsstýrið varð skipað 13. apríl í ár.
Tað vísir eitt svar frá Beini Johannesen, løgmanni, til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann, sum hevur spurt um ferðaútreiðslurnar hjá landsstýrinum og dagatalið, landsstýrisfólk hava verið uttanlands í arbeiðsørindum.
Løgmaður leggur dent á, at upphæddirnar fevna um allar ferðaútreiðslur hjá stjórnarráðunum. Talan er sostatt bæði um ferðir hjá landsstýrisfólkum, embætisfólkum, sum ferðast saman við teimum, og embætisfólkum, sum ferðast einsamøll.
Góðar tvær milliónir í einum ráði
Uttanríkis- og fiskimálaráðið hevur størstu ferðaútreiðslurnar við 2.041.818 krónum. Sambært svarinum eru umleið 1.478.000 krónur knýttar at uttanríkismálum og 564.000 krónur at fiskivinnumálum.
Útreiðslurnar eru býttar soleiðis:
Stjórnarráð | Ferðaútreiðslur |
|---|---|
Uttanríkis- og fiskimálaráðið | 2.041.818 kr. |
Løgmansskrivstovan | 423.521 kr. |
Heilsu- og orkumálaráðið | 283.784 kr. |
Vinnumálaráðið | 206.641 kr. |
Mentamálaráðið | 195.141 kr. |
Almanna- og bústaðamálaráðið | 147.504 kr. |
Fíggjarmálaráðið | 118.639 kr. |
Tilsamans | 3.417.048 kr. |
Fyrivarni verður tikið fyri, at nakrar útreiðslur kunnu vera skrásettar undir øðrum stjórnarráði enn tí, sum tær endaliga verða bókaðar undir. Hetta kemur millum annað av, at rokningar vóru goldnar undan stjórnarskiftinum fyri ferðir, sum seinni vórðu gjørdar fyri eitt annað ráð.
Uttanríkisráðharrin hevur verið burtur í 30 dagar
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur verið uttanlands í arbeiðsørindum í 30 dagar síðani 13. apríl. Tað er hægsta dagatalið í landsstýrinum.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum hevur verið uttanlands í 16 dagar. Løgmaður og landsstýrismaðurin í mentamálum hava hvør verið burtur í 13 dagar, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur verið uttanlands í 12 dagar.
Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum hevur verið burtur í seks dagar og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í fimm dagar.
Formansskapir hava við sær fleiri ferðir
Steffan Klein Poulsen spyr eisini, um væntast kann, at ferðingin verður tann sama komandi tíðina.
Løgmaður svarar, at tað er torført at meta um, men at 2026 á summum økjum er eitt serligt ár. Føroyar og Danmark hava í felag formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og tað hevur við sær fleiri uppgávur og størri virksemi. Fleiri ráðharrafundir eru í oktober og november.
Hesin formansskapurin endar við árslok. Tí kann væntast, at ferðavirksemið, sum er knýtt at honum, verður minni í 2027.
Harumframt hava Føroyar saman við Grønlandi og Danmark formansskapin í Arktiska Ráðnum frá mai 2025 til mai 2027.
Valini í Føroyum og Danmark í mars hava eisini ávirkað ferðingina. Summar ferðir vórðu útsettar til eftir summarfrítíðina, og tí hava verið fleiri ferðir í august og september enn vanligt.
Ferðir skulu vigast móti arbeiðinum heima
Spurdur, um pengar og arbeiðsorka kundu verið raðfest betur, sigur løgmaður, at ferðing í arbeiðsørindum skal vera neyðug og viðkomandi fyri uppgávurnar hjá landsstýrisfólkunum.
Hann vísir á, at Føroyar eru vorðnar meira virknar í altjóða samstarvi. Tað hevur eisini við sær, at løgmaður og landsstýrisfólk luttaka á fleiri fundum uttanlands.
Løgmaður heldur tó ikki, at tað ber til at siga, at landsstýrisfólk røkja áhugamál føroyinga best annaðhvørt við at vera heima ella uttanlands. Eisini innanlandsmál eru partur av norðurlendskum og altjóða samstarvi.
Luttøka uttanlands skal altíð vigast móti øðrum uppgávum, arbeiðinum í Føroyum og skyldunum mótvegis Løgtinginum, sigur løgmaður í svarinum, sum er dagfest 13. oktober.