info
Ongi úrslit

Álopsspælari í Hólmanum er skaddur

Aftur í dag fer EB/Streymur at skifta málverja ímóti B36, sum fýra tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku

Jóannes Hansen
17. september 2023 kl. 10:29

Tá ið EB/Streymur 31. august var í Sørvági, endaði tað 1-1. Ta ferðina vardi Silas Eyðsteinsson málið hjá EB/Streymi, sum hevði leigað málverjan úr B36. EB/Streymur hevur annars leigað Steven Van Dijk frá 07 Vestur, men ímóti EB/Streymi var hann á beinkinum hjá 07 Vestur.

Í gjár var Silas Eyðsteinsson sannur brandur í B36 málinum í 1. deild. B36 vann 1-0, og Silas Eyðsteinsson bjargaði fleiri ferðir, tá ið mótstøðuliðið var í góðum støðum.

Men í dag verður tað Steven Van Dijk, sum fer at verja málið hjá EB/Streymi. Í gjár sat á beinkinum, tá ið 07 Vestur í bestu deildini vann 3-0 í Fuglafirði.

Hjá EB/Streymi kemur tað stak illa við, at Bogi Reinert-Petersen undir venjing í vikuni varð skaddur í knænum. Talan er um liðbandsskaða, sum tað verður sagt fer at halda honum uttanfyri í nakrar vikur. Bogi Reinert-Petersen hevur annars seinastu ferðirnar og saman við Filip Djordjevic verið partur av væl uppløgdum álopspari.

Tóki H. Johannesen, sum hevur verið skaddur síðani í mai, er um at vera tøkur aftur.

B36 er næstfremst, og B36 hevur fýra tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku við samantalda malmuninum 10-0. Um tað fer at eydnast B36 at vinna fulla úrtøku í Hólmanum seinnapartin, so verður frástøðan aftur til HB fimm stig. Týskvøldið fær HB vitjan av Víkingi, og so verður grannauppgerð í Gundadali um eina viku.

Hjá B36 er Sonni Ragnar Nattestad tøkur aftur eftir leikbann. Magnus Egilsson er leikbannaður, og Benjamin Heinesen er darvaður av skaða í knænum.

EB/Streymur – B36: Alex Troleis kl. 15.00.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

7 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

7 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

7 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

8 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

8 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

8 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

9 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

9 tímar síðan