info
Ongi úrslit

Ein fjølbroyttan bústaðarpolitikk í Tórshavnar Kommunu

- Eg haldi, at tað er ein natúrlig skylda at økja um talið av grundøkjum í kommununi, soleiðis at fleiri fólk fáa møguleikan at fáa ein bústað. Tað sigur Birgir Nielsen, sum er valevni til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.

Birgir Nielsen
10. september 2024 kl. 14:16

Húsaprísirnir eru nógv dýrkaðir. So mikið nógv, at tað nærum er vorðið ógjørligt hjá ungum barnafamiljum í kommununi at fáa egnan bústað. Og tað er ikki nóg gott.

Eftir míni áskoðan hevur Tórshavnar Kommuna eina natúrliga skyldu at økja munandi meira um talið av grundøkjum í kommununi til frama fyri borgaran.

Fleiri útboð av grundstykkjum høvdu tikið nógv av trýstinum, og harvið eisini minkað um grundstykkjaprísin og ein part av samlaða byggiprísinum.

Hesum fara Fólkaflokkurin og undirritaði at arbeiða fyri, um veljarin gevur okkum álit.

Míni boð til bústaðarpolitikkin, eru:

• Ein fjølbroyttan bústaðarpolitikk, sum ger tað møguligt hjá borgarum at ávikavist keypa ella byggja síni egnu hús. Ella fáa møguleikan at leiga íbúðir í kommununi.

• Altíð nógv grundøki tøk til keyps, sum tryggjar at borgarar hava møguleika at keypa, umframt at byggifyritøkur hava møguleikan at byggja íbúðir til at selja ella leiga.

• Bygging av lutaíbúðum í kommununi til serliga yngri ella eldri borgarar, sum ger tað møguligt hjá teimum, sum ikki hava ráð at keypa bústað, fáa eitt alternativ.

• Hvørt ár stykkja grundstykki út í nærum øllum kommunalum økjum, sum umfatar Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Velbastað, Kirkjubø, Nólsoy og Hest – umframt sjálvsagt eisini Argir, Hoyvík og Tórshavn.

• Søluprísir á grundøkjum skal vera so lágur sum til ber, soleiðis at tað gerst lættari hjá ungum familjum at seta búgv.

• Krav skal setast til umhvørvið, tá bygt verður, soleiðis at kommunan fríðkar um økini við vøkrum plantaðum økjum, gøtum og spæliplássum til børn og ung, soleiðis at trivnaðurin verður so góður sum gjørligt.

Hóast nógv er gjørt hetta valskeiðið á bústaðarøkinum - sum undirritaði sum býráðslimir hevur stuðlað 100% - er tað framvegis nógv eftir at gera.

Hesum vil eg arbeiða fyri at betra framyvir.

 

Birgir Nielsen

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

14 minuttir síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

1 tími síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

1 tími síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

2 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

3 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

5 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

5 tímar síðan