info
Ongi úrslit

Filmur – vinnumøguleikar og málmentan

Bjørt Samuelsen og Beinta Løwe
12. september 2021 kl. 20:00

”My name is Bond – James Bond”. Soleiðis ljóðar ein av kendastu setningunum í altjóða filmsheiminum. Og nú hevur Bond so eisini føroysk filmsbond, ella í øllum førum upptøkur úr Føroyum, - skilst.

Samstundis verður føroyska røðin TROM gjørd í Føroyum. Ein filmsrøð, ið er seld fleiri útlendskum sjónvarpsrásum.

Áhugin fyri Føroyum innan filmsframleiðslu og sjónvarpsheimin veksur alsamt, samstundis, sum føroysk  filmsframleiðsla  hevur ment seg nógv seinastu  árini. Duga vit at lofta tí, kann filmur og filmsmentan av álvara gerast ein vinna í Føroyum.

Vit mugu hava størri ambitiónir

Vit mugu vera meira ambitiøs. Seta okkum hægri mál. Tí vit vita, at hvør króna sett í dygdarfilm, kemur fleirfalt aftur. Bæði TROM og Bond eru dømi um tað.

Tí hava vit lagt fram enn eitt uppskot um filmsvinnu fyri Løgtingið. Hesaferð um at seta á stovn Filmgrunn Føroya. Vit mæla til, at munandi størri upphæddir verða setta av til stuðul til filmsframleiðlu og til afturberingarskipanina fyri útlendskar filmar, framleiddir her heima.

Tað reið um snarið, hvørt sjónvarpsrøðin TROM fór at verða framleidd her heima. Vit í Tjóðveldi løgdu stóra orku og gjørdu okkara til at fáa uppraðfest afturberingarskipanina, saman við góðum kreftum úr fleiri flokkum.

Men, vit mugu hugsa longur fram. Tað skal eingin ivi vera hjá filmsfólki um, at tað loysir seg at velja Føroyar til filmsgerð.

Vit mugu vilja tryggja, at eisini hin næsta filmsrøðin ella stórfilmurin, ið kann framleiðiast her, verður framleiddur í Føroyum. Vit vita, at tað loysir seg fyri landskassan. Væl eisini.

Arbeiðspláss og inntøkur

Føroyar  hava nú av álvara møguleikan at gerast eitt filmsland, har føroyskir filmar og útlendskir filmar framleiddir her verða útflutningsvøra til altjóða marknaðin.

Koma fleiri filmslið hendaveg at gera upptøkur, fer tað eisini at merkjast í øðrum vinnum í samfelagnum.

Tað fer eisini at merkjast kring landið, tí filmsvinna er væl egnað til at skapa kreativ størv bæði í útjaðara og miðstaðarøkjum.

Umframt fjøltáttað arbeiðspláss til teirra, ið fáast beinleiðis við filmsframleiðsluna – leikmanning, fotograftar, teknikarar, klipparar, osfr. -  fer hetta at geva arbeiði til aðrar vinnur, og stórar inntøkur frá avleiddum virksemi.

Gistingarhúsini fara at hava meira at gera, tí filmsliðini eru ofta stór. Handverkarar fara at fáa uppgávur, tí ofta er tørvur á handverkarum til slíkar framleiðslur. Matveitarar fáa hópin av uppgávum, tí øll skulu eta, og klædna- og sniðgevar fáa uppgávur - bara fyri at nevna nøkur.

Lærupláss innan filmsvinnuna

Ein styrkt føroysk filmsvinna fer eisini at styrkja fakliga umhvørvið í Føroyum. Tað ber í sær, at fleiri lærupláss innan filmsvinnuna vera til taks. Tað verið seg fotografar, framleiðarar, ljóðfólk, ljósfólk og annað.

 

Mál og menta verða styrkt

Harumframt er filmsframleiðsla ein týðandi táttur í tí at varðveita og styrkja føroyska samleikan, okkara mál og mentan. Ikki minst í mun til børn okkara og ungu, hvørs gerandisdagur í so stóran mun verður ávirkaður av filmi og filmsmáli.

Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini

Beinta Løwe, forkvinna í Mentanarnevndini

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

31 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

7 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

8 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

8 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

9 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

9 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

10 tímar síðan