info
Ongi úrslit

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

Í Degi og viku mánadagin 23. november fekk ein fyrrverandi politikkari høvi at føra fram, at veðurlagsbroytingar eru orsøkin til hækkandi matvøruprísir. Hetta sjónarmiðið fekk eftir mínum tykki alt ov lítið mótspæl.

Fróði Magnussen
25. november 2026 kl. 11:47

Tað er óheppið, tí veruleikin er nógv meira samansettur. Vit hava nevniliga eina røð av búskaparligum og vísindaligum greiningum frá millum annað ECB, IMF og OECD, sum vísa, at orkuprísir, framleiðslukostnaður, avmarkað útboð og órógv í altjóða handli m.a. av boykottum, tollforðingum og kríggjum hava havt stóran týdning fyri matpríshækkingarnar.

Veðurlagsbroytingar eru ein partur av frágreiðingini, men avgjørt ikki øll frágreiðingin.

Orka er grundarlagið undir nærum allari framleiðslu

Í einari greining frá 2024 staðfestir Evropiski Miðbankin (ECB), at høgu orkuprísirnir vóru høvuðsorsøkin til vøksturin í matprísunum í Evropa í 2021 og 2022.

Tá orkan dýrkar, dýrkar nærum alt annað eisini.

Orka verður brúkt til at framleiða handilstøð, at reka landbúnaðarmaskinur, at hita vakstrarhús, at framleiða matvørur, at køla tær niður og at flyta tær út til brúkaran.

Hækkar prísurin á olju og gassi, hækka framleiðslukostnaðirnir í nærum øllum hesum liðum.

Í einari frágreiðing frá apríl 2026 vísa IMF, Heimsbankin og World Food Programme beinleiðis á, at hægri prísir á olju, gassi og handilstøðum, saman við trupulleikum í flutningsskipanunum, føra til hægri matprísir.

Harafturat staðfestir OECD í juni 2026, at hægri orkuprísir kunnu fáa bøndur at nýta minni av kunsttøðum. Tað kann minka um úrtøkuna og trýsta matprísirnar uppaftur meira.

Tí er tað ikki sama hvat, hvussu vit politiskt skipa orkuframleiðsluna.

Tá vit avmarka framleiðsluna, hækkar prísurin

Eisini kemur eitt annað búskaparligt grundsjónarmið inn í myndina: Útboð og eftirspurningur.

Tá framleiðslan av einari vøru minkar, meðan eftirspurningurin er tann sami, verður úrslitið hægri prísir.

Tað sama er sjálvandi galdandi fyri mat.

Um landbúnaðarlendið, politiskt verður avmarkað, eitt nú við at leggja dyrkað lendi aftur til vátlendi, so minkar matframleiðslan.

Tað sama ger seg galdandi, tá vit vilja minka um talið av neytum og øðrum húsdjórum fyri at avmarka útlátið av metani. Minka vit um kjøtframleiðsluna, so verður minni kjøt á marknaðinum. Øll eta ikki mjølkjøt.

Er eftirspurningurin framvegis tann sami, ja, so hækkar prísurin.

Hetta er grundleggjandi búskapur.

Vit mugu tora at tosa um búskaparligu avleiðingarnar av teimum politisku avgerðunum, vit taka.

OECD hevur í eini greining frá november 2026 víst á, at landbúnaðarpolitikkur og regulering kunnu ávirka bæði framleiðslukostnað og prísir hjá brúkarunum. Við øðrum orðum eiga vit at  upplýsa um hesar avleiðingar og kenna tær, áðrenn vit seta nýggjar avmarkingar í verk.

Hví ikki tryggja meira orku og størri matframleiðslu?

Eg haldi, at vit eiga at venda spurninginum við.

Í staðin fyri fyrst at avmarka framleiðsluna, eiga vit at spyrja, hvussu vit kunnu tryggja heiminum ríkiligt av orku og mati til rímiligar prísir.

Hví ikki hava eina orkuframleiðslu, har vit brúka allar tær tøkniligu loysnirnar, vit hava til taks – kjarnorku, vindorku, sólorku og eisini olju og gass, meðan vit menna tær varandi orkukeldurnar?

Hví ikki leggja dent á at økja um matframleiðsluna við betri tøkni, størri úrtøku og góðum karmum hjá landbúnaðinum?

Tað hevði økt útboðið og harvið kunnað lagt trýst á prísirnar niðureftir.

Sjálvandi skulu umhvørvisligu avleiðingarnar takast við - í ein ávísan mun. Men vit loysa ikki eina avbjóðing við at lata sum um, at búskaparligu avleiðingarnar av okkara politisku avgerðum ikki eru til. Tað er altíð tey veikastu, sum rinda prísin, ikki tey vælbjargaðu ella tey úrvaldu (elitan). 

Hvussu framleiðslukostnaðurin ávirkar matprísirnar (dømi)

Chart B – Developments in the main input costs for consumer food prices (ECB, 2024).

Henda myndin frá Evropiska Miðbankanum vísir, hvussu ymiskir kostnaðir í matframleiðsluni broyttust frá 2021 til byrjanina av 2024, við januar 2021 sum grundtali 100.

Myndin lýsir millum annað gongdina í orkuprísum, kunsttøðum, landbúnaðarprísum og øðrum rávørukostnaði.

Myndin vísir greitt, at tað eru ymisk viðurskifti, sum saman ávirka matprísirnar – høvuðsorsøkin er ikki veðurlagið.

Framleiðslan av mati er tengd at fleiri kostnaðarliðum, sum ávirka hvønn annan. Hækka orkuprísirnir, kann tað eisini gera kunsttøð, landbúnaðarframleiðslu og flutning dýrari og harvið trýsta matprísirnar upp.

Myndin vísir gongdina í kostnaðarvísitølum, ikki eina nágreiniliga uppgerð av, hvussu nógv hvør einstakur táttur (faktorur) hevur hækkað matprísin.

Kelda: ECB Economic Bulletin, Issue 2/2024, boks 4, Chart B.

Vit mugu krevja meira av Kringvarpinum

Tað, sum undrar meg við innslagnum í Degi og viku, er, at eitt so samansett búskaparligt mál eftir mínum tykki fekk eina alt ov einfalda viðgerð.

Tá ein fyrrverandi politikari og virkin persónur á umhvørvisøkinum førir fram, at veðurlagsbroytingar eru orsøkin til hækkandi matprísir, eigur ein journalistur eisini at spyrja um aðrar væl skjalprógvaðar orsøkir.

Hvat við orkuprísunum? Hvat við tøðum og flutningskostnaði? Hvat við útboðnum av matvørum? Og hvørjar avleiðingar hava politiskar avmarkingar á framleiðsluna?

Hetta eru ikki óviðkomandi spurningar. Hetta eru spurningar, sum ECB, IMF og OECD arbeiða við í sínum búskaparligu greiningum.

Skulu vit fáa bíligari mat, mugu vit eisini hava áræðið at umrøða, hvussu vit tryggja ríkiligt av bíligari orku og størri matframleiðslu.

Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi

 

Keldur

ECB (2024). Kuik, F., Lis, E. M., Paredes, J. og Rubene, I.: What were the drivers of euro area food price inflation over the last two years? ECB Economic Bulletin, Issue 2/2024, boks 4. Serliga mynd B (framleiðslukostnaður) og mynd C (búskaparlig sundurgreining av matprísvøkstri).

Les greiningina hjá ECB (2024)

ECB (2026). Bobeica, E., Koester, G., Kuik, F. og Nickel, C.: Has food inflation lost its bite? 20. oktober 2026. Serliga parturin Low food inflation: here to stay? um orkuprísir, veður og matprísir.

Les greiningina hjá ECB (2026)

IMF, Heimsbankin og WFP (2026). Joint Statement by the Heads of the International Monetary Fund, the World Bank Group and the World Food Programme. 8. apríl 2026, tíðindaskriv nr. 26/112. Um sambandið millum olju, gass, tøð, flutningskostnað og matprísir.

Les felagsfráboðanina

OECD (2026a). Hubertus Gay: From fertiliser to food prices: Why resilience defines food security. 29. juni 2026. Serliga partarnir Producing more food depends on stability, not just productivity og Energy shocks can become food shocks.

Les greiningina hjá OECD

OECD (2026b). Reforming agricultural policies for greater resilience. OECD Policy Briefs, nr. 72, 2. november 2026. Serliga partarnir What's the issue? og Why is this important? um landbúnaðarpolitikk, marknaðarprísir, framleiðni og kapping.

Les frágreiðingina hjá OECD

 

Mest lisið hesa vikuna

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

Ken Fagerberg er deyður

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

2 minuttir síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

20 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

32 minuttir síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

1 tími síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

1 tími síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

1 tími síðan
Tíðindi

Dunga Jákup handaður mánadagin

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar fáa 300 tons meira av toski og svart­kalva í Grønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaframløga – bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin til blóðroynd í Eysturoy

2 tímar síðan
Tíðindi

Margit Stóra umboðaði Føroyar á norðurlendskum ráðharrafundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja leggja øll tunn­ils­feløg­ini sam­an í eitt felag

3 tímar síðan