Vit mugu tíðanverri staðfesta, at Elsa Berg, borgarstjóri, góðtók, at týðandi skjøl ikki vóru viðløgd í málinum. Hetta er annars eitt krav sambært §20 í Kommunustýrislógini, har staðfest er, at borgarstjórin fyrireikar øll mál, og stýrir sjálvum býráðsfundinum.
Tá borgarstjórin síðani valdi at stýra býráðsfundinum soleiðis, at okkara demokratiski rættur, at biðja um orðið í málinum á býráðsfundinum, var sýttur okkum, so mugu vit bara staðfesta, at borgarstjórin fór út um øll vanlig demokratisk og sømulig mørk.
Tí mettu vit tað verða neyðugt at fara av býráðsfundinum. Vit mettu tað ikki verða rætt og rímiligt, at vit skuldu sita sum dómarar í einum gegnismálið, uttan nøktandi innlit. Her sipa vit til, at hvørki skjøl frá Kommunala Eftirlitinum og frá advokatum hjá báðum pørtum vóru løgd fram fyri býráðnum, fyri at tryggja, at vit býráðslimir høvdu eitt nóg gott grundarlag at taka støðu í hesum málinum.
Tað harmar okkum í Fólkaflokkinum, at fundurin skuldi enda á hendan hátt, eftir at góður samstarvsandi hevði verið á býráðsfundinum alt kvøldið. Samgonga og minnuluti høvdu eitt nú staðið saman um fíggjarætlanina fyri 2027, sum var einmælt samtykt.
Vit í Fólkaflokkinum í Tórshavnar Býráð ynskja tó at hyggja frameftir.
Latið okkum øll í Tórshavnar Býráð heldur standa saman um mál, sum betra um umstøðurnar og trivnaðin hjá okkara borgarum og vinnuni í kommununi.
Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð
Birgir Nielsen, býráðslimur
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur