info
Ongi úrslit

Allir føroyingar fáa helst eisini tilboð um triðja prik

– Tað hevði undrað meg nógv, um vit ikki gjørdu tað, sigur landslæknin

Pætur Hjalmar Evensson
15. oktober 2021 kl. 13:42

– Eg dugi ikki at ímynda mær, at vit ikki fara at gera tað sama.

Soleiðis sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, nú vit spyrja hann, um allir føroyingar eins og danir eisini fara at fáa tilboð um eitt triðja prik.

Í áðni boðaði Magnus Heunicke, danskur heilsumálaráðharri frá, at allir danir fara at fáa í boði eitt triðja prik.

– Eg rokni við, at vit fara at fylgja dønum. Tað hevði undrað meg nógv, um vit ikki gjørdu tað. Men hetta er ikki avgjørt enn. Vit fara at hava ein fund týsdagin, sigur Lars Fodgaard Møller og leggur dent á, at hetta er ein politisk avgerð.

So er spurningurin, hvat Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, heldur um hetta. Hann hevur longu sagt ja til eitt triðja prik til fólk við nógv niðursettari immunuverju. Higartil hava 159 fólk fingið triðja prikið í Føroyum. Men hann dugir enn ikki at siga, hvat hann roknar við tiðja prikinum viðvíkjandi.

– Vit hava ikki tikið støðu til hetta enn. Men vit fara at taka tað upp, sigur hann í stuttari viðmerking.

Landslæknin heldur tað vera eina gongda leið at bjóða øllum føroyingum eitt triðja prik.

– So verða vit betur vard, serliga fyri serliga delta variantinum, so tað gevur meining, sigur Lars Fodgaard Møller.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

1 tími síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

2 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

2 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

3 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

4 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

5 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

5 tímar síðan