Føroyskar kvinnur skulu hava rætt til fría fosturtøku - í Danmark

Danmark hevur eina moralska skyldu at hjálpa føroyskum kvinnum, heldur forsetin í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum

Støðan, sum Danmark setir føroyskar kvinnur í, er undir alt lágmark, heldur Rasmus Emborg, forseti í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum. Myndin er frá Norðurlandaráðnum

Tað er nógv kjak um fosturtøku í nógvum londum, og tað er tað eisini í Danmark. Ein av teimum, sum nú leggur seg út í kjakið, er Rasmus Emborg, sum er forseti í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum.

 

Og hann er av teirri sannføring, at danska heilsuverkið eigur at geva føroyskum kvinnum rætt til at koma til Danmarkar at fáa fosturtøku - og tað skal vera ókeypis.

 

Hann ásannar, at onnur skulu ikki leggja seg út í, hvussu fosturtøkulógin er í Føroyum. Men í eini grein í netmiðlinum, Pio, staðfestir hann kortini, at danskir myndugleikar hava eina moralska skyldu at hjálpa føroyskum kvinnum, sum vilja hava fosturtøku.

 

Hann heldur, at tann støða, føroyskar kvinnur eru í, eru uttan fyri alt mark fyri, hvat Danmark kann loyva sær, tí Danmark gongur undan at at tryggja kvinnum fría fosturtøku, og gongur undan at verja mannarættindini.

 

Ein føroysk kvinna, sum vil hava fosturtøku í Danmark, skal hava danskt cpr nummar og hon skal búgva í Danmark. Hann heldur, at, sum reglurnar eru nú, vera kvinnur, sum ikki eru væl fyri fíggjarliga, ógvuliga hart raktar.

 

Kvinnur, sum kanska ikki lúka treytirnar fyri at fáa fosturtøku í Føroyum, og sum tískil vilja sleppa til Danmarkar, at fáa fosturtøku, skulu rinda alt sjálvar. Sostatt skulu tær rinda flogferðaseðil, uppihald og tær umleið 13.000 krónurnar tað kostar at fáa fosturtøku á einum privatum sjúkrahúsi í Danmark.

 

Tað eru upphæddir, sum raka tær fátækastu kvinnurnar ógvuliga hart, og tað er ógvuliga órættvíst, heldur Rasmus Emborg. Hann heldur, at danskir myndugleikar eiga at bøta um viðurskiftini hjá kvinnum í øllum ríkisfelagsskapinum. Danskir myndugleikar skulu vísa í verki, at teir meina tað í álvara tá ið teir verja rættin til fría fosturtøku.

 

Og hann heldur, at nú er tað spurningurin um heilsumálaráðharrin í Danmark, Sophie Løhde úr vinstraflokkinum, og restin av donsku stjórnini, hava dirvi til at stríðast fyri rættindunum hjá øllum kvinnum, ella um tað bara er heit luft.

 

Støðan, sum Danmark setir føroyskar kvinnur í, er undir alt lágmark, heldur Rasmus Emborg, forseti í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum. Myndin er frá Norðurlandaráðnum