info
Ongi úrslit

Fólkaatkvøða um samanlegging á Tvøroyri og í Hvalba

Vegleiðandi fólkaatkvøða um samanlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu 15. juni 2024

Eirikur Lindenskov
27. mai 2024 kl. 17:19

Tíðindaskriv:

Tvøroyar kommuna boðar í dag frá, at vallistin til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamananlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit á Býráðsskrivstovuni á Tvørávegi 37 á Tvøroyri, frá týsdegnum 28. mai til og við fríggjadagin 14. juni, í vanligari arbeiðstíð millum kl. 09:00 – 15:00.

Valið 15. juni 2024

Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 10.00 – 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður

Veljarar, ið sambært vallistanum lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 14. juni 2024.

Heimaval

Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 611085, í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2024 kl 12.00.

Valkort verða ikki nýtt

Valkort verða ikki send út, í samband við vegleiðandi fólkaatkvøðuna. Veljarin møtir á valstaðnum, hevur samleikaprógv við og kann tað síðan verða eftirkannað, um veljarin stendur á vallistanum.

Valrættur

Valrætt hava øll tey, ið á valdegnum eru fylt 18 ár og eru skrásett í kommununi.

 

Valnevndin í Tvøroyrar kommunu

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

22 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

15 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

17 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

57 minuttir síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

3 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

5 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

13 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

14 tímar síðan