info
Ongi úrslit

Fyllir 20 og skoraði sigursmálið

1. DEILD: Ein av ungu TB spælarunum skoraði einasta málið við Stórá

Jóannes Hansen
13. mai 2022 kl. 15:16

Í dag er stórur dagur á Tvøroyri. Tað eru 130 ár síðani, at elsta ítróttarfelagið í landinum varð stovnað, og ein partur av hátíðarhaldinum hevur longu verið í Trongisvági. Eftir skrúðgongu og sang og tónleik úr skúlanum og vestur á vøllin var landskappingardystur millum TB og næstbesta liðið hjá HB.

TB vann 1-0. Umframt landskappingardyst var talan um steypadyst, og nú hava umboðini fyri 130 ára gamla felagið fingið steyp handað.

Einasta málið í dag skoraði ein av ungu og evnaríku TB spælarunum. Stórur hálvur tími var farin, tá ið Jóhan Renéson Thomsen setti bóltin í netið eftir upplegg frá Mikkel Blåholm. Hetta var vorðið sum føðingardagsgáva hjá Jóhan Renéson Thomsen, sum í morgin fyllir 20 ár. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti. Í fjør skoraði hann fram ímóti kappingarenda mál í trimum teimum síðstu landskappingardystunum hjá TB í bestu deildini.

1-0 sigurin ímóti HB ber við sær, at TB er næstfremst við 21 stigum – tvey stig aftanfyri ÍF og sjey stig frammanfyri Víking, sum er á triðja plássi.

Mikukvøldið verður aftur fótbóltur við Stórá í Trongisvági. Tá fær TB vitjan av 07 Vestur í bestu deildini. Tá verður fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið.

130 ára haldið hjá TB heldur fram í miðbýnum á Tvøroyri klokkan 18 í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Landsliðsmálverjin hevur góðar vónir

1 minuttur síðan
Tíðindi

Rækjuveiðan á Grand Bank letur uppaftur

20 minuttir síðan
Tíðindi

Trump: Teir fimm áttu ikki at verið leyslatnir

36 minuttir síðan
Tíðindi

Italia vann stórsigur í Turkalandi

1 tími síðan
Fótbóltur

Úrslitini og málskjúttarnir í dagsins Nations League dystum

1 tími síðan
Tíðindi

Wegovy-tablettir á danska marknaðin uttan um Novo

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap minkar 650 tons

1 tími síðan
Fótbóltur

Svøríki hevur fingið fulla úrtøku í Nations League

2 tímar síðan
Tíðindi

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

5 tímar síðan