Amerikanski sangarin, aktivisturin og sjónleikarin Harry Belafonte er deyður 96 ára gamal.
Tað skrivar New York Times. Belafonte doyði týsdagin av hjartatilburði, upplýsir talsmaður hansara, Ken Sunshine, sambært blaðnum.
Belafonte var í 1950'unum ein av fáum svørtum tónlistafólki, sum megnaði at sláa ígjøgnum og á tann hátt at bróta niður rasuforðingar, sum tá valdaðu innan populera mentan.
Seinni gjørdist hann eisini stríðsmaður fyri rættindum hjá svørtum í USA.
##med2##
Hann er serliga kendur fyri sangin »Day-O« (The Banana Boat Song). Útgávan hjá honum, »Calypso« frá 1956 verður hildið at vera tann fyrsta hjá einum støkum listafólki til at verða seld í meira enn í einari milliónum eintøkum, skrivar New York Times.
/ritzau/