info
Ongi úrslit

Grønland vil hava út­lendsk­ar í­løg­ur – men grøn­lend­ing­ar skulu fáa ágóðan

Útlendskar íløgur skulu skapa arbeiðspláss, menna førleikar og geva grønlendskum fyritøkum arbeiði. Tað var boðskapurin frá grønlendska landsstýrinum á einari vinnuráðstevnu í Nuuk.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 09:57

Altjóða áhugin fyri Grønlandi kann draga útlendskan kapital til landið. Men tá íløgurnar verða gjørdar, skulu grønlendskar fyritøkur vera við frá byrjan. Tað segði Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, á einari vinnuráðstevnu í Nuuk, skrivar KNR.

Hann vísti á, at Grønland hevur brúk fyri altjóða samstarvi, kapitali og førleikum. Samstundis skulu fyritøkur hava støðugar karmar, so tær kunnu fara frá leiting til framleiðslu. Hann nevndi sum dømi feløg, ið hava leitað eftir ráevnum í 10 til 15 ár.

Hvat verður eftir í Grønlandi?

Múte B. Egede, landsstýrismaður í uttanríkis-, vinnu- og ráevnismálum, segði, at altjóða áhugin ikki fær búskaparligan týdning, fyrr enn hann verður til ítøkiligar verkætlanir, sum skapa arbeiðspláss og varandi virði.

– Vit eiga at seta ein einfaldan spurning við hvørja stóra íløgu: Hvat verður eftir í Grønlandi? segði hann sambært KNR.

Hann nevndi útbúgving av grønlendskari arbeiðsmegi og uppgávur til lokalar fyritøkur sum ítøkilig dømi um, hvat landið kann fáa burtur úr íløgunum. Stórar frástøður, dýrt undirstøðukervi og tørvur á arbeiðsmegi og førleikum á ávísum økjum kunnu tó gera tað torførari at fáa verkætlanirnar í gongd.

Á sama hátt kundi verið spurt í føroyska kjakinum um útlendskan ognarskap. Hvør fær arbeiðsplássini og uppgávurnar, og hvussu stórur partur av vinninginum verður verandi í landinum?

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ársins orð í tíggju ár

1 minuttur síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Ukra­ina leyp á tvey russ­isk skip við Libya

51 minuttir síðan
Tíðindi

MYNDIR: Ellivu deyð eftir russ­iskt dronu­álop á bú­stað­ir nær Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Vestmanna skal viðgera gjald fyri tóm hús

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar aftur um avpressing á netinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

9 tímar síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

10 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

10 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

11 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

11 tímar síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

12 tímar síðan