info
Ongi úrslit
© Planet Labs PBC/Reuters
Ein fylgisveinamynd frá sunnudegnum vísir royk stíga upp eftir eina spreinging við havnina í Benghazi í Libya

Zelenskyj: Ukra­ina leyp á tvey russ­isk skip við Libya

Ukrainski forsetin sigur, at eitt russiskt herskip sakk, og at eitt farmaskip varð rakt. Stjórnin í eystara Libya fordømir álopið á eitt russiskt skip í havnini í Benghazi.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 09:15

Ukraina stendur aftan fyri álop á tvey russisk skip við libysku strondina. Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einum uppslagi á X í dag.

Sambært Zelenskyj sakk russiska herskipið Merkury, og ein hernaðartyrlan varð oyðiløgd í sambandi við álopið. Russiska farmaskipið Angara varð eisini rakt, sigur hann.

Zelenskyj upplýsir ikki, nær skipini vórðu rakt. Hann sigur seg hava fingið upplýsingar um átakið bæði í gjár og í dag. Fleiri miðlar hava áður skrivað, at álopið á Merkury var sunnudagin.

Fordømir álopið í Benghazi

Stjórnin í eystara Libya boðaði í gjár frá, at eitt russiskt skip varð rakt í einum, sum tey hildu vera dronuálop, meðan tað lá við bryggju í Benghazi. Stjórnin nevndi hvørki navnið á skipinum ella, hvør stóð aftan fyri álopið, skrivar BBC sambært Ritzau.

Stjórnin fordømir álopið og sigur, at tað hóttir trygdina hjá skipaferðsluni og ger seg inn á fullveldi Libya. Hon sigur eisini, at tey, sum verða funnin at hava ábyrgdina, kunnu vænta rættarlig og diplomatisk stig.

Sambært Ritzau hevur Russland enn ikki gjørt viðmerkingar til álopið.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

MYNDIR: Ellivu deyð eftir russ­iskt dronu­álop á bú­stað­ir nær Kyiv

38 minuttir síðan
Tíðindi

Vestmanna skal viðgera gjald fyri tóm hús

53 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar aftur um avpressing á netinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

9 tímar síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

9 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

9 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

10 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

10 tímar síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

11 tímar síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

11 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

12 tímar síðan