info
Ongi úrslit

Jógvan Sundstein fyrrverandi løgmaður deyður

Í dag bórust deyðsboðini av Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmanni, sum andaðist 91 ára gamal

Jógvan Sundstein og konan Lydia
Eirikur Lindenskov
8. juli 2024 kl. 18:40

Jógvan Sundstein var vik­in í politikki frá 1970, tá hann varð valdur ting­mað­ur fyri Fólka­flokk­in í Eyst­ur­oy­ar valdømi til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Frá 1978 um­boð­aði hann Fólka­flokk­in í Suð­ur­streym­oy­ar valdømi.

Jógvan Sundstein gjørd­ist løg­­maður eftir valið í 1988, tá hann skip­aði samgongu saman við Sam­­bands­flokk­i­num, Sjálv­s­týrisflokkinum og Krist­i­­­liga Fólkaflokkinum Før­­oya Fram­burðs- og Fisk­i­­vinn­u­flokki í januar í 1989. Hend­an sam­gong­an helt ikki, og summ­arið sama ár skipaði hann nýggja sam­gongu sam­an við Sam­­bands­­flokk­i­num og Tjóð­­veld­­is­flokk­i­num.

Eftir valið í 1990 skip­aði Javnaðarflokkurin tví­flokka­sam­gongu saman við Fólka­flokkinum, og tá gjørd­ist Jógvan Sundstein fíggj­ar­mál­a­ráð­harri. Tað starv­ið røkti hann til 1993.

Jógvan Sundstein var havn­ar­maður. Foreldrini vóru Hanna Jensen (á Dul) og Hans Sund­stein, sum í mong ár var sjó­mans­skúla­lær­a­ri.

Tey fingu seks børn. Jógv­an var elstur, og so vóru fimm systr­ar: Mar­gret­ha (1935), Agnas (1937), Elisa­beth (1939), Hanna (1940-2020) og Mar­jun (1947-2022).

Margretha býr í Dan­mark, hinar búðu í Føroyum.

Eftir skúlan fór Jógvan Sund­stein í læru í Sjó­vinn­u­bank­a­num. Seinni tók hann HD í roknskapi í Keyp­manna­havn og seinni grann­skoð­ar­a­prógv. Í 1963 varð hann løggildur grann­skoð­ari.

Hann byrjaði egið grannskoð­ar­avirki í 1964. Eitt skifti var hann saman við Paula Ellefsen.

Jógvan var giftur Lydiu fødd Marstein og ættað úr Klaks­vík. Tey búðu í mong ár á Skák­i­num í sonevnda »Kardamummbýnum« úti í Grøn­landi í Havn, men fyri góðum 20 árum síðani fluttu tey til Dan­markar. Tey búðu í Holbæk, har dótturin, Ruth, býr. Lydia og Jógvan høvdu eis­ini tveir synir – Hans Paula, sum andaðist herfyri, og Eivind – sum báðir búðu í Danmark.

Jógvan Sundstein var 91 ára gamal, nú hann andaðist í morgun. 

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 minuttir síðan
Tíðindi

Ringdi til løgregluna og visti ikki, hvar hann var

32 minuttir síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Estland hevur favorittstøðuna móti Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða

1 tími síðan
Tíðindi

Tríggir lótu lív tá Jökull sakk – nú eru allir navngivnir

2 tímar síðan
Hondbóltur

TV2 vísir dystin Danmark-Føroyar (Golden League)

3 tímar síðan
Tíðindi

Apple og OpenAI ákæra hvørt annað fyri stuldur

7 tímar síðan
Tíðindi

Hvør skal bjarga bjargarunum?

9 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: THW Kiel vann greiðan sigur á Bergischer

9 tímar síðan
Hondbóltur

Bjarni skoraði og legði upp til 14 mál í heimasigri hjá Vali

9 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Teis fekk bank í grannauppgerðini

10 tímar síðan
Fótbóltur

Sjálvmál hjá Gunnari Vatnhamar kostaði Vejle sigurin

10 tímar síðan