Kieran Tierney spælir ikki fleiri EM-dystir á hesum sinni

Skotski vinstri bakkurin mátti út við skaða í seinasta dystinum

Skotski vinstru bakkurin hjá Arsenal, Kieran Tierney fær ikki møguleikan at spæla fleiri dystir fyri Skotland undir hesum EM-endaspælinum.

 

Í 1-1 javnleikinum móti Sveis í innleiðandi bólki A mátti Kieran Tierney fara av vøllinum. 

 

Nú er staðfest, at skaðin hjá Kieran Tierney er somikið álvarsamur, at hann kann ikki spæla aftur undir hesum EM-endaspælinum.

 

Sunnukvøldið klokkan 20 spælir Skotland móti Ungarn í Stuttgart. Skotar sum bert hava eitt stig aftaná tveir dystir mugu vinna á Ungarn fyri at hava ein møguleika at vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar.