info
Ongi úrslit

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

Við sigri á útivølli ímóti B68 eru víkingarnir av álvara við í kappingini um heðursmerki

Jóannes Hansen
11. oktober 2026 kl. 20:17

Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið Víkingur í kvøld var á Svangaskarði. Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur saman við B36 38 stig, og tað eru trý stig fram til HB, sum er á bronsuplássinum. Víkingur hevur longu tryggjað sær pláss í Europa. Tað gjørdi Víkingur við at vinna finaluna um løgmanssteypið ímóti KÍ.

Tapið í kvøld ber við sær, at tað eftir øllum at døma ikki verður sunnudagsfótbóltur á Svangaskarði í 2027. B68 hevur 17 stig, og nú tað resta trý umfør eru tað seks stig frá B68 og fram til áttanda plássið.

Sunnudagin fer B68 til Klaksvíkar, í næstsíðsta umfari verður mótstøðuliðið 07 Vestur í Sørvági, og í síðsta umfari fær B68 vitjan av NSÍ.

Tað hevur áður verið striltið hjá Rana Hansen at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Nú eru fleiri av teimum farnir av landinum, sum oftast hava verið millum teir fyrstu ellivu. Jóhan Petur Poulsen hevur tí givið Rana Hansen, og í kvøld takkaði hann av álvara fyri. Rani Hansen legði í 21. minutti Víking á odda eftir innlegg úr vinstru frá Inga Jonhardsson.

Og tá ið Jørgen Nielsen eitt korter undan leikloki skoraði 2-1 sigursmálið var tað Rani Hansen, sum átti uppleggið.

B68 stríddist fyri lívinum, men tað eydnaðst ikki at vinna stig. Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað at javna til 1-1. Uppleggið átti Ahmed Latif, og tað var Karstin Clementsen, sum skoraði við høvdinum. Hann var fyrr í ár nógv skaðadarvaður, men í heyst hevur hann verið nógv á liðnum, og í kvøld var hann málskjútti fyri aðru ferð í ár.

Avrikið hjá toftamonnum var fínt eftir steðgin, og um tað verður hildið fram í sama stíli, so kann tað fara at geva okkurt stigið aftrat. Trupulleikin hjá B68 er, at tað bara eru trý umfør eftir, og at míllum mótstøðuliðini eru bæði oddaliðini - KÍ og NSÍ.

 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Europa er aftur í eygsjón hjá B36

43 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 vann 2-1 á Argjum

44 minuttir síðan
Tíðindi

14.000 vilja steðga laksa­al­ing í Seyðis­firði

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3-0 móti HB

1 tími síðan
Hondbóltur

THW Kiel vann og Füchse Berlin tapti

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann aftur við 11 málum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann klassikaran og H71 vann stórsigur á EB

2 tímar síðan
Fótbóltur

Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

3 tímar síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

4 tímar síðan