info
Ongi úrslit

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

Kvinnulandsliðið legði rygg til eitt óvæntað tap í lítla fjallalandinum

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
12. oktober 2026 kl. 20:05

Fyrr í dag spældi føroyska kvinnulandsliðið suðuri í Andorra venjingardyst móti vertstjóðini.

Fyri bert trimum døgum síðani vunnu okkara 5-0 (1-0) á Andorra.

Undan dagsins dysti høvdu Føroyar vunnið seks av seks dystum á Andorra. Tríggjar kappingardystir og tríggjar venjingardystir høvdu okkara vunnið á liðnum úr lítla fjallalandinum, ið liggur millum Frakland og Spania, har katalanskt er høvuðsmálið.

Føroyar høvdu eisini undan dagsins dysti eina tunga favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, har hægstu oddsini fyri føroyskum sigri vóru 1,28, meðan lægstu oddsini fyri andorianskum sigri vóru 8,00.

Tað sum tó ger fótbóltin so spennandi er, at óvæntað úrslit henda. Og í dag hendi eitt slíkt: Andorra vann 2-1 á Føroyum.

Í 16. minutti legði Teresa Morato heimaliðið á odda. Jensa Tórálvsdóttir javnaði í øðrum minutti í seinna hálvleiki. Men eitt korter seinni fekk Maria Da Cruz aftur heimaliðið á sigurskós.

Sum enski landsliðsvenjarin, Walter Winterbottom segði undir HM-endaspælinum í Brasil í 1950 aftaná Ongland hevði tapt 0-1 fyri USA, ið tá var tað mest óvæntaða landsliðsúrslitið í søguni: "Tað vakra við fótbólti er, at stór yvirraskilsi henda. Tað er bara ikki so stuttligt at vera skeivu megin stóra yvirraskilsi".

HESAR byrjaðu inni fyri Føroyar:

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

20 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

22 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

37 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

1 tími síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

1 tími síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

3 tímar síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

4 tímar síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

4 tímar síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

4 tímar síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

5 tímar síðan