info
Ongi úrslit

Europa er aftur í eygsjón hjá B36

Hjá argjamonnum bíða tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

Jóannes Hansen
11. oktober 2026 kl. 19:47

Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið AB í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av B36. Sigurin ber við sær, at B36 nú hevur 38 stig, og tað eru trý stig fram til HB, ið er á bronsuplássinum, sum ber atgongumerki at spæla í Europa við sær.

Tey bæði feløgini í Gundadali hittast í 27. og síðsta umfari, og tað er framvegis møguleiki fyri, at talan verður um finalu um at vinna atgongumerki at spæla í UEFA Conferenca League næsta summar. Allir tríggir dystirnir hjá B36 sum eru eftir í ár, vera í Gundadali. Áðrenn grannauppgerðina fær B36 vitjan av Skála ÍF og KÍ.

Tapið á heimavølli í kvøld ber við sær, at AB er tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tvær tær næstu ferðirnar fer AB at spæla á útivølli. Eftir at hava verið í Sarpugerði og spælt ímóti Víkingi fer AB at spæla á Skála og á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tá kann talan av álvara fara at verða um finalur fyri at sleppa undan at flyta niður.

AB hevur ikki vunnið síðani 2. august, tá ið tað endaði við 3-2 heimasigri ímóti Skála ÍF. Síðani tá hevur AB í seks dystum vunnið eitt stig – 1-1 á heimavølli ímóti B68.

Tá ið hálvur tími var farin, legði Bartal Páll Klein, sum var á rangstøðumarkinum, B36 framum eftir neyvt upplegg frá Djóna Sivertsen. Hetta var fimta ferðin í ár, at Bartal Páll Klein var málskjútti í Meistaradeildini.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið AB sá út til at hava betri tak á spælinum, enn argjamenn høvdu havt í fyrra hálvleiki, økti B36 um munin til 2-0. Málskjútti í skjótálopi og eftir at Bartal Páll Klein hevði roynt seg var Hannes Agnarsson, sum í ár hevur verið heilt nógv skaðadarvaður, og sum í kvøld av álvara var eyðsýndur. Í kvøld var Hannes á vøllinum alla tíðina, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var málskjútti.

-Vit høvdu tak á tí, og tá ið vit vóru frammanfyri við tveimum málum, átti tað ikki at verði spennandi, men tíverri var verjuspælið hjá okkum ikki sannførandi, tá ið teir við longum útsparki vunnu ein møguleika og brotsspark, sum teir umsettu til mál, staðfestir B36 venjarin Jákup á Borg.

Tríggjar minuttir seinni minkaði AB um munin. Eftir sending frá málverjanum rann Ragnar Skála seg leysan í brotsteiginum, har hann varð feldur, og Bjarki C. Nielsen umsetti úr ellivu metrum til 2-1. Hetta var sjeynda ferðin í ár, at Bjarki C. Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini.

AB megnaði ikki at leggja trýst á B36 fyri at javna, og so endaði tað við 2-1 B36 sigri.

-Tað var óskipað og nógvar nærdystir og beinleiðis spæl, og kanska var tað ikki óuppiborið, at B36 vann. Eina løtu eftir, at vit høvdu minkað um munin, kendu vit okkum hava tak á tí, men so mistu vit aftur takið, og tí er tað ikki so nógv at siga til tað, at vit einki fingu burturúr. Tað er neyðugt hjá okkum at vinna fleiri stig, um vit skulu tryggja okkum at sleppa undan at flyta niður, sigur Bjarki C. Nielsen AB liðformaðurin í samrøðu við Brynjar J. Poulsen í FM1 útvarpinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: B36 vann 2-1 á Argjum

12 minuttir síðan
Tíðindi

14.000 vilja steðga laksa­al­ing í Seyðis­firði

37 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3-0 móti HB

40 minuttir síðan
Hondbóltur

THW Kiel vann og Füchse Berlin tapti

59 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann aftur við 11 málum

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann klassikaran og H71 vann stórsigur á EB

1 tími síðan
Fótbóltur

Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

2 tímar síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

3 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

4 tímar síðan