info
Ongi úrslit

Korona breiðir seg aftur tí nøkur halda ikki tilmælini

Men longu í næsta mánað fáa vit fyrstu sendingina av koppingarevni, sigur løgmaður

Áki Bertholdsen
14. desember 2020 kl. 14:46
Tað er ein sannroynd at smittan er í Føroyum, men enn hava vit tamarhald á støðuni. Tað staðfesti løgmaður á tíðindafundi um koronu nú á miðdegi. Og hann sigur, at endamálið er at vit ikki missa tamarhaldið á støðuni og tí eru fleiri tiltøk sett í verk fyri at forða fyri, at hon fer at breiða seg. Hann sigur, at hann hevur fingið at vita, at longu í næsta mánað fáa vit ta fyrstu sendingina av koppingarevni og kunnu fara undir at koppseta fólk. Tí verða jólini og nýggjarhaldið helst tann seinasta stóra avbjóðingin, vit hava á hesum øki. – Tað er nógv, sum bendir á, at stríðið ímóti koronu líður ímóti endanum, sigur løgmaður. Hann sigur, at serliga er stórur dentur lagdur á at forða fyri, at fólk, sum koma til Føroya breiða smittuna og tí er tilmælið, at fólk skulu lata seg kanna tríggjar dagar, áðrenn tey koma til Føroya. Landsstýrið umhugsaði at seta tað sum eitt krav, men í Danmark er veruleikin tann, at tað er so long bíðitíð at at sleppa til kanning, at verður tað eitt krav, er tað í roynd og veru tað sama sum at nokta fólki at sleppa heim til Føroya. Men tiltøk verða sett í verk í Danmark fyri at økja um kanningarorkuna og tað er eitt staðiligt tilmæli frá myndugleikunum í Føroyum at fólk lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn tey koma. Hinvegin gongur hann út frá, at fólk, sum ætla sær heim, hava longu bílagt sær kanningina tríggjar dagar áðrenn tey koma. Samstundis er tað eitt krav at fólk skulu lata seg kanna, beint tá ið tey koma til Føroya og so verður eisini staðiliga mælt til, at fólk lata seg kanna um aftur tá ið tey hava verið her í seks dagar. – Smittan er í Føroyum og hon breiðir seg her og tí eiga vit gera okkara ítarsta, so at vit ikki missa tamarhaldið á smittuni, sigur løgmaður. Samstundis ásannar hann, at orsøkin til at smittan framvegis er í Føroyum, og at hon breiðir seg, er tí at tað eru nøkur fólk, sum eru komin til Føroya, men sum ikki hava hildið tilmælini um at vísa varsemi teir fyrstu dagarnar eftir at tey eru komin til Føroya. Vit hava gjørt av at lata matstovur og skeinkistøð lata aftur klokkan 22. Tað merkir, at fólk sleppa at matstovu og skeinkistøð um dagin og um kvøldið – men samstundis verða gudstænastur avlýstar. Løgmaður sigur, at tað er ein sannroynd, at tá ið fólk syngja, er stórur vandi fyri smittu av partiklum úr munninum, so smittuvandin skal ikki undirmetast. Les eisini: Fleiri tiltøk á jólum verða avlýst Tað verður einki náttarlív kring landið fyrr enn eftir nýggjár

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

6 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

8 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

12 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

4 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

6 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kt-skipan til barsil krevur 2,5 milliónir afturat

2 tímar síðan
Tíðindi

Toskurin lyftir grønlendska búskapin

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk lesandi fáa betri treytir til próvtøku í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Skrá tøk fyri mentanardagarnar 2026

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 130 undirvísingar-filmar í støddfrøði á føroyskum

3 tímar síðan
Tíðindi

FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern og United vunnu stórsigrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

4 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

4 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

4 tímar síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

4 tímar síðan