Tað kemur alt ov ofta fyri, at ungfólk halda seg aftur við at fara til skips, tí tey ikki duga at bøta trol.
– Føroya Fiskimannafelag tók tí stig til at „bøta“ um hetta, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Við avtaluni við háskúlan varð møguligt at bjóða skeiðið í einum skúlaumhvørvi við góðum hølisviðurskiftum.
Í 2025 varð skeiðið fullteknað beinanvegin.
Jan Højgaard sigur, at fyrimunirnir við at hava skeiðið á háskúlanum eru sløtt gólv og hugnaligar umstøður.
– Umborð er ofta trupult at læra seg grundleggjandi teknikkin at bøta trol, sigur Jan Højgaard.
Aftur í ár er fullteknað. Pláss er fyri 16 luttakarum.
Á skeiðnum verður arbeitt við at bøta vanligt net, eitt nú hol og tungur, seta stykkir í og møguliga spleysa og gera ymiskar knútar.
Stóra fimleikarhøllin á háskúlanum verður karmur um sjálva trolbøtingina, og undirvísingin fer fram í skúlastovunum í niðaru hædd.
Skeiðsdagarnir eru mikudagin 11. og hósdagin 12. november frá kl. 17 til 21 báðar dagarnar.
Á skránni eru undirvísing, ein máltíð og kaffi.
Myndirnar eru frá skeiðnum í 2025.