Tað kann vera stórur munur á, hvussu langt ein elbilur sambært framleiðaranum kann koyra, og hvussu langt hann røkkur í verki.
Tað vísir fyrsta kanningin av elbilum hjá Forbrugerrådet Tænk. Brúkararáðið hevur kannað 44 elbilar av ymiskari stødd og frá ymiskum framleiðarum.
Allir bilarnir koyrdu styttri enn upplýst. Hjá einum var munurin meira enn 30 prosent, meðan ein annar koyrdi meira enn 140 kilometrar styttri við einari løðing, enn framleiðarin hevði upplýst.
Tænk nevnir ikki í tíðindaskrivinum, hvørjir hesir báðir bilarnir eru.
Hjá einum av bilunum var koyrilongdin meira enn 140 kilometrar styttri enn upplýst. Mynd: Forbrugerrådet Tænk
Meira koyring á motorvegi
Munurin hongur saman við, hvussu koyrilongdin verður máld.
Framleiðararnir brúka sokallaða WLTP-mátiháttin, tá teir upplýsa, hvussu langt bilarnir kunnu koyra við einari løðing. Í kanningini hjá Tænk verður ein annar mátiháttur brúktur, sum sambært brúkararáðnum gevur eina meira veruliga mynd av vanligari koyring.
Millum annað verður koyrt meira á motorvegi, og ferðin verður bæði sett upp og niður fyri at líkjast koyring við ferðslu og vegarbeiði.
Thomas Sterner Pedersen, sum hevur ábyrgd av kanningum hjá Tænk, sigur, at keyparar eiga at kunna líta á upplýsingarnar, teir fáa um ein elbil. Sambært honum vísa úrslitini, hvussu týdningarmikið tað er at hava eitt veruleikakent grundarlag at meta um koyrilongdina út frá.
Tænk hevur kannað orkueffektivitet, trygd og koyrieginleikar hjá 44 elbilum. Mynd: Forbrugerrådet Tænk
Trygd og koyrieginleikar eisini kannað
Kanningin fevnir eisini um orkueffektivitet, trygd og koyrieginleikar. Til samans eru gjørdar 350 mátingar og metingar av fleiri enn 2.000 smálutum í royndarstovum og brúkararoyndum.
Endamálið er at gera tað lættari hjá brúkarum at samanbera bilarnar, áðrenn teir keypa. Spurningar um útsjónd og persónligan smak eru tí ikki tiknir við í metingina.
Evropeiska royndarsamstarvið ICRT, sum Tænk er partur av, hevur gjørt kanningina.
Kelda: Forbrugerrådet Tænk.