info
Ongi úrslit

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

Trivnaðarnevnd løgtingsins fer í morgin at viðgera løgtingsmál no. 035/2026: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Lestrarískoyti til persón í arbeiðsbúgvingarfyriskipan, sum eisini fær lestrarstuðul – fylgilóg til FLU27).

Tórbjørn Jacobsen
9. november 2026 kl. 21:03

Sambært viðmerkingunum fer uppskotið at kosta kommunukassunum 7 hundrað túsund krónur. Kommunufelagið hevur hvørki hoyrt orð ella eið til hesa ætlan, har ið Almanna- & Bústaðarmálaráðið, ígjøgnum skattalógina, ætlar at spenna kommunukassarnar fyri enn eina útreiðslu, nú almennar sparingar skulu fáast til høldar á løgtingsins fíggjarlóg.

Tá ið samgongan, ið sat frammanundan hesari, ið nú ræður fyri borgum, fór til verka, fyri sløkum fýra árum síðan, gav táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, kommununum tað lyftið, at samgongan fór ikki at koma við uppskotum, sum gjørdu seg inn á kommunukassarnar.

Hjá teimum, ið ikki vita betur, ljóðaði hetta lyftið sjálvsagt. Men í oyrunum á teimum, sum bara minnast nakað aftur í tíðina, ljóðaði hetta sum søtur musikkur í oyrunum, serliga hjá teimum, ið yvir longri tíðarmál hava varðað av kommunukassunum.

Men Aksel løgmaður helt lyftið. Eisini táið kommunukassarnir vórðu raktir óbeinleiðis, fingu kommunurnar endurgjald fyri missin. Undanfarna samgonga gjørdist sostatt hin fyrsta samgongan, ið kommunurnar vita um, sum ikki hevur brúkt kommunukassarnar sum fíggingaramboð.

Hesin atburður hevði við sær stóra vælvild í kommunala geiranum, og sjáldan hevur samstarvið verið betur millum landsmyndugleikan og kommunurnar enn undir júst seinastu samgongu. Stríðsmál millum land og kommunur, sum høvdu ligið á láni í áravís, vórðu nú avgreidd í einari handavending í bestu semju. Nevnast kunnu millum annað nýggja kommunulæknalógin og málið um tey demensraktu undir 67 ár.

Onki bendir tó á, at hendan nýggja samgongan, undir øðrum løgmanni, ætlar at fylgja slóðini hjá samgonguni undan hesari, sum nú situr fyri valdinum í landinum.

Rokningarnar til kommunurnar eru longu farnar at hópa seg upp:

• 16 milliónir krónur fyri frádrátt til fakfelagsgjald.

• 8 milliónir krónur úr kommunukassunum til útisiglarar.

• 7 milliónir krónur hóvaðar upp úr kassunum hjá kommunalum havnum.

Nú er almannamálaráðfrúan eisini farin at gera broytingar í skattalógini í hesi somu og nýkomnu herferð í móti kommunalum kassum. Skattskyldugar uppihaldsveitingar til fólk undir útbúgving hevur hon nú umskapað til skattafrían lestrarstuðul. Sambært uppskotinum kostar hetta kommununum 7 hundrað túsund krónur árliga í kommunuskatti. Hesar 7 hundrað túsund krónurnar – tiknar beinleiðis úr kommunukassunum kring landið – lóggevur almannamálaráðfrúan nú upp í hendurnar á sær sjálvum at spæla við. Legendariskt ússaliga haldførið í landsgeiranum skal nú fíggjast við at kava niður í eksternar kassar, ið harvið gerast tað minni haldførir, uttan at vit fáa gjørt nakað við ta avbjóðingina. Kommunur fáa - sum øll vita - ikki lóggivið peningafæ niður í sínar egnu kassar á sama hátt sum ein meiriluti á Føroya løgtingi.

Í omanfyri nevndu málum eru kommunurnar hóast alt hoyrdar í tingnevndunum. Men í hesum seinast nevnda máli eru kommunurnar ikki so frægt sum kallaðar til hoyringar í tingnevndini, ið varðar av málinum, trivnaðarnevndini, hóast tær fíggja ein munandi part av uppskotinum. Hetta er óhoyrt og nýggj siðvenja.

Hinvegin er tað tíverri ikki serliga óhoyrt, at eitt landsstýri brúkar skattalógina til almannalóggávu. Tíverri er hetta sera vanligt. Flestu almennar veitingar eru eftirhondini skattafríar, og endamálið er altíð tað sama: At forða fyri, at kommunurnar fáa skatt av teimum. Soleiðis spara tey landinum pening. Fyri borgaran er lítið vunnið, hann fær bara eina lægri veiting burturúr hesi manøvruni.

Øll hesi omanfyri nevndu uppskot eru komin sum fylgilógir til uppskotið til  løgtingsfíggjarlóg fyri árið 2027, og tað sigst vera umberingin fyri, at hesi uppskot ikki vera løgd út til almenna hoyring. Hetta er ber undanførsla. Uppskot til løgtingslógir, ið skulu fáa gildi frá 1. januar, hava ikki fyri neyðini at vera løgd fram fyrrenn innan 5. november, og broytingaruppskot landsstýrisins til fíggjarlógaruppskotið koma ongantíð á tingborð fyrr enn fyrst í desember. So talan er um uppskot, ið sum onki kundu farið í almenna hoyring í oktober mánaða - uttan at hetta nervaði fíggjarlógararbeiðið yvirhøvur.

Nú nýggja landsstýrið hevur sitið í gott og væl eitt hálvt ár, kunnu kommunurnar bara staðfesta, at framferðarhátturin og samstarvshugurin mótvegis kommununum í dag er ein heilt annar enn undir undanfarnu samgongu. Eins og í Halgubók ber til at siga, at :“Nú kom nýggjur kongur í Egyptalandi, ein, ið einki visti um Jósef” (leysliga eftir Aðru Mósebók 1;8)

Teggjan av lyftum, ið eftir eru at fíggja, er trivalig. Landskassin heldur sær uppi við m.a. kommunalum stuðuli. Harvið verða uppskotini, ið higartil eru komin fram á torg, neyvan seinastu atsóknirnar ímóti teimum 29 kommunukassunum. Har ein skriðan er lopin - er onnur væntandi. Og – sum sagt plagdi vera: Gott er at rista breiðar álir av annans mans húð.

Kommunufelagið mælir landsstýrinum til at taka aftur løgtingsmál no. 035/2026.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

48 minuttir síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

50 minuttir síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

1 tími síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

1 tími síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

2 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

3 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

4 tímar síðan
Tíðindi

Høvðusungdómsvenjarin hjá FC Suðuroy á vitjan í Everton

4 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið um at herða fost­ur­tøku­lóg­ina fall á tingi

5 tímar síðan
Tíðindi

Gýtingarfríð­ing­in á Føroya­banka kann broyt­ast frá ári til ár

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Anna Falkenberg vil hava løg­mála­ráð­harr­an í sam­ráð um Bakka­frostmálið

5 tímar síðan