Beinir Johannesen, løgmaður, hevur í dag verið á vitjan í Suðuroynni, og hann vitjaði m.a. Miðnámskúlan og Ítróttaháskúlan.
Á Miðnámi hitti løgmaður lærarar og næmingar, og umframt prát, so høvdu næmingar møguleika at seta spurningar.
Ítróttaháskúln, ið er staðsettur í Vági, hevði eisini gjørt klárt til at fáa vitjan av løgmanni. Fyri tíð síðani vitjaði kongur, og hann royndi m.a. zip-line á Vágseiði, og hetta slapp Beinir Johannesen, løgmaður, eisini at royna í dag.
Næmingar og lærarar heilsaðu løgmanni, eftir prát, gekk leiðin vestur á Múlan, og so var bara eftir hjá løgmanni at sveima í leysum lofti yvir Múlagjógv.
(Myndir: Jóni Brandsson Christiansen/Miðnám Suðuroy)







