info
Ongi úrslit
Tingsalurin

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

Løgtingið skal í morgin endaliga góðkenna ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2025. Ein samd rættarnevnd mælir til at samtykkja frágreiðingina, sum lýsir fleiri álvarsligar manglar í almennu fyrisitingini.

John Johannessen
9. november 2026 kl. 21:35

Ársfrágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni kemur til endaliga góðkenning á tingfundinum í morgin, týsdagin 10. november. Tingfundurin byrjar klokkan 11.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við frágreiðingini og mælir Løgtinginum til at samtykkja hana.

Umboðsmaðurin fekk 104 klagur í 2025 og gav átalur í 15 niðurstøðum. Borgarar, sum ikki fáa svar, mál, ið draga út í áravís, og myndugleikar, sum ikki tryggja sær neyðuga lógarheimild, ganga aftur í frágreiðingini.

Samstundis eru dømi um, at viðgerðin hjá umboðsmanninum fekk myndugleikar at broyta mannagongdir og taka mál uppaftur.

Bíðaðu meira enn hálvttriðja ár

Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitið fingu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av fýra arbeiðsskaðamálum.

Í trimum av málunum høvdu borgarar bíðað í meira enn tvey og eitt hálvt ár, uttan at fyribils ella endalig avgerð var tikin. Klagurnar snúðu seg eisini um vantandi svar.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið greiddi frá, at trupulleikarnir lutvíst stóðust av stórum avbjóðingum við at yvirtaka umsitingina av arbeiðsskaðamálum frá Føroya Rætti. Undir kanningini fekk umboðsmaðurin tó eisini fleiri ferðir skeivar upplýsingar og ov sein svar frá stovninum.

Á einum fundi í januar 2026 greiddi eftirlitið frá, at arbeitt varð eftir einum uppruddingarleisti, har elstu málini høvdu hægstu raðfesting.

Talgildur mismunur

Nýggja ferðaseðlaskipanin hjá Strandfaraskipum Landsins fekk eisini umboðsmannin at taka mál upp av egnum ávum.

Skipanin, sum varð tikin í nýtslu í apríl 2025, hevði við sær, at lægstu prísirnir einans vóru tøkir hjá teimum, sum skrásettu seg og keyptu talgilt. Sambært lýsingartilfarinum, so var prísurin fyri at rinda á staðnum tvífalt so høgur sum við talgildari bílegging.

Hvørki Strandfaraskip Landsins ella Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið kundu vísa á heimild fyri broytingini. Bæði fingu eina álvarsliga átalu.

Undir viðgerðini varð skipanin broytt, so ferðandi fingu sama prís, sama um tey keyptu talgilt frammanundan ella á staðnum, áðrenn farið varð umborð. Í januar 2026 boðaði Strandferðslan frá, at endurgjald fór at verða veitt teimum, sum høvdu goldið hægri prís enn heimilað.

Málið er eisini grundarlag undir eini grein í ársfrágreiðingini, har umboðsmaðurin ávarar um, at talgilding kann føra til mismun, um atlit ikki verða tikin at borgarum, sum ikki kunnu ella ynskja at nýta talgildar loysnir.

Arbeiðstrýst er ongin umbering

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu fekk átalu í einum máli, har lógarásetta eftirmetingin tvær ferðir varð gjørd ov seint.

Tænastan vísti á stórt arbeiðstrýst. Umboðsmaðurin helt tó ikki, at hetta kundi umbera, at eftirmetingin í 2025 varð framd nærum tríggjar mánaðir ov seint.

Almannaverkið fekk eisini átalu fyri vantandi svar í einum máli um umlætting til eitt barn. Hóast stovnurin kendi tørvin hjá barninum og truplu støðuna hjá familjuni, tók tað fleiri mánaðir at fáa veruliga viðgerð av áheitanini. Sambært uppfylgingini í frágreiðingini, var gongd komin á málið í januar 2026.

Arbeiðsmarknaðarmál og børn fylla mest

Av teimum 104 klagunum, sum komu inn í 2025, snúðu 23 seg um starvsfólka- og arbeiðsmarknaðarmál. Næststørsta málsøkið var børn og ung við 20 klagum.

Klagutalið var eitt sindur lægri enn í 2024, men eitt sindur hægri enn árini 2021–2023.

Umboðsmaðurin avgreiddi tilsamans 116 klagur í 2025, tá mál frá undanfarnum árum verða tald við. Av teimum endaðu 26 við niðurstøðu í áliti ella skrivi, 71 fingu aðra viðgerð, og 19 vórðu avvíst uttan viðgerð.

Harumframt fekk embætið 95 fyrispurningar frá borgarum, sum millum annað søktu vegleiðing um pensjón, barnavernd, byggimál og innlit.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

1 tími síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

1 tími síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

2 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

2 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

3 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

3 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

5 tímar síðan
Tíðindi

Høvðusungdómsvenjarin hjá FC Suðuroy á vitjan í Everton

5 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið um at herða fost­ur­tøku­lóg­ina fall á tingi

6 tímar síðan
Tíðindi

Gýtingarfríð­ing­in á Føroya­banka kann broyt­ast frá ári til ár

6 tímar síðan