info
Ongi úrslit
© DI
Sofie Carsten Nielsen, altjóða stjóri í Dansk Industri, ávarar um, at kinesiska ídnaðarsatsingin kann leggja trýst á fleiri av sterkastu vinnugreinunum í Evropa

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

Eftir at kinesiskir elbilar hava sett evropisku bilvinnuna undir trýst, vendir Kina nú eygunum móti øðrum vinnugreinum, har evropeiskar fyritøkur standa sterkar. Dansk Industri ávarar um, at serliga vindorka, orkutøkni, heilivágsídnaður og kunningartøkni kunnu verða rakt av harðari kapping.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 18:15

Kappingin frá Kina verður alsamt harðari, og sambært Dansk Industri (DI) kunnu fleiri av týdningarmestu vinnugreinunum í Evropa vænta sær stórar avbjóðingar komandi árini.

Á einari ráðstevnu um Kina og evropiskan handilspolitikk í dag ávaraði Sofie Carsten Nielsen, altjóða stjóri í Dansk Industri, um avleiðingarnar av nýggju kinesisku fimmáraætlanini.

– Elbilarnir vóru bara byrjanin. Stóra hóttanin móti donskum ídnaði er tað næsta, sum Kina ætlar at leggja dent á: vindorku, orkutøkni, heilivágsídnað, kunningartøkni og lívtøkniligar loysnir, sigur Sofie Carsten Nielsen.

Hetta eru vinnugreinar, sum hava stóran týdning fyri evropiska búskapin, og har Danmark og onnur evropisk lond hava sterkar fyritøkur.

Kann eisini fáa týdning fyri Føroyar

Gongdin kann eisini gerast viðkomandi fyri Føroyar, sum eru í ferð við at leggja størri part av orkuframleiðsluni um til varandi orkukeldur.

Kinesiskar fyritøkur hava longu ein týðandi leiklut á altjóða marknaðinum fyri grøna orkutøkni.

Um kappingin frá Kina veksur, kann tað hava týdning fyri bæði prísirnar á vindmyllum og aðrari orkuútgerð og fyri, hvørjar fyritøkur evropiskir og føroyskir keyparar kunnu velja ímillum.

Harðari kapping kann gera útgerð bíligari, men kann samstundis leggja trýst á evropiskar framleiðarar.

ES hevur handilshall upp á eina milliard evrur um dagin

Sambært Dansk Industri er handilshallið hjá ES mótvegis Kina nú umleið ein milliard evrur um dagin.

Tað merkir, at ES keypir fyri munandi meira úr Kina, enn londini selja til Kina.

Dansk Industri heldur, at ES eigur at svara aftur, tá kinesiskar fyritøkur kappast undir ójøvnum treytum, eitt nú vegna almennan stuðul.

Men felagsskapurin ávarar samstundis ímóti at seta almennar handilsforðingar í verk, sum kunnu gera vørur dýrari fyri evropiskar fyritøkur og brúkarar.

Fyritøkurnar vilja hava málrættað tiltøk

Ein nýggj kanning hjá Dansk Industri vísir, at næstan onnurhvør donsk fyritøka við vinnuligum sambandi við Kina væntar, at vaksandi kinesisk kapping fer at hava neiliga ávirkan á fyritøkuna næstu fimm til tíggju árini.

Samstundis taka 77 prosent undir við, at ES setur málrættað tiltøk í verk móti Kina, eisini um tað kann økja útreiðslurnar hjá fyritøkunum í styttri tíð.

Gott helvtin tekur undir við at banna kinesiskum íløgum í týðandi undirstøðukervi og tøkni, meðan góð 40 prosent vilja útiloka kinesiskar fyritøkur við almennum stuðli frá almennum útboðum.

Bert trý prosent vilja hava ein almennan toll upp á 30 prosent á allar kinesiskar vørur.

Kanningin fevnir um 173 danskar fyritøkur, sum hava vinnuligt samband við Kina.

Sofie Carsten Nielsen heldur, at Evropa bæði má verja seg móti órættvísari kapping og gera tað lættari hjá egnum fyritøkum at mennast.

– Vit mugu eisini gera okkara egna heimaarbeiði. Vit hava tørv á einum innara marknaði, sum virkar, færri byrðum og meiri kapitali, sigur hon.

Á ráðstevnuni hjá Dansk Industri og Tænketanken Europa luttóku umleið 250 umboð fyri fyritøkur, felagsskapir og politisku skipanina.

Kelda: Dansk Industri, tíðindaskriv um Kina-ráðstevnuna 9. november 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

1 tími síðan
Tíðindi

Høvðusungdómsvenjarin hjá FC Suðuroy á vitjan í Everton

2 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið um at herða fost­ur­tøku­lóg­ina fall á tingi

2 tímar síðan
Tíðindi

Gýtingarfríð­ing­in á Føroya­banka kann broyt­ast frá ári til ár

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Anna Falkenberg vil hava løg­mála­ráð­harr­an í sam­ráð um Bakka­frostmálið

2 tímar síðan
Tíðindi

Sandoy Smíð byggir raðhús á Sandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Avdúka gátuna á rúnasteininum

3 tímar síðan
Tíðindi

Fara helst at fella upp­skotið um broyt­ing­ar í fostur­tøku­lógini

3 tímar síðan
Tíðindi

Russland avmark­ar sølu av ben­sini og die­sel eftir ukra­insk álop

4 tímar síðan
Tíðindi

Starvsfólk á kjarnorkuverki í Ukraina dripið í dronuálopi

4 tímar síðan
Tíðindi

Fosturtøku­málið býtti bæði sam­gongu og and­støðu

5 tímar síðan