Eitt leygarkvøld í mars fara tey í PraiseHim at seta føroyska Hall Joensen og norska bólkin Salmer på Pøbb á skránna í Lívdini.
Yvirskriftin er: Tvær konsertir. Eitt atgongumerki.
Fyrireikararnir siga, at hetta kvøldið í mars verða sálmar í sentrum. Hallur byrjar við countrysálmum og -sangum klokkan sjey, og klokkan hálvgum tíggju fara Salmer på Pøbb á pallin við sálmum í rock-, blues- og gospel-búnað.
Men hvat er tað fyri nakað, Salmer på Pøbb?