info
Ongi úrslit

Korona: Koppingarevnið kemur til Føroya í kvøld

Longu í morgin fara tey fyrstu at bretta upp um ermar fyri at fáa sproytuna

Áki Bertholdsen
29. desember 2020 kl. 15:10
Í kvøld kemur fyrsti kassin við koronuvaksinu til Føroya, og í morgin verða tey fyrstu fólkini  koppsett. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í dag. Men samstundis verður gjørt vart við, at byrjað verður í smáum, tí tað, sum kemur til Føroya við flogfari í kvøld, er ein kassi við 975 skamtum, og tað røkkur til at koppseta 487 fólk, tí øll skulu koppastast tvær ferðir. Tá ið tey 487 fólkini eru koppsett, verður restin av koppingarevnunum lagt á goymslu, so at full vissa verður fyri, at tey eisini faa aðru sproytina um tvær vikur, ella so. Tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk, sum eru í smittuvanda og tey fara at koppseta á teimum trimum sjúkrahúsunum. Nakað av óvissu hevur seinastu dagarnar valdað um, júst nær koppingarevnið fór at koma til Føroya, tí danir fingu væl minni av vaksinu í fyrstu atløgu, enn tey høvdu vænta, og Føroyar fáa sínar skamtir úr Danmark. – Í roynd og veru er tað kanska ikki so avgerandi, um vit byrja at koppseta nakrar dagar fyrr ella seinni. Men eg vænti avgjørt, at tað hevur ein stóra, sálarfrøðiliga ávirkan, at vit kunnu byrja nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. Hann heitir tó inniliga á fólk um framhaldandi at taka øll neyðug stig fyri at minka um smittuvandan, og fylgja teimum almennu tilmælunum, so smittan ikki sleppur at taka dik á seg og breiða seg av álvara.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku

1 tími síðan
Tíðindi

Turkurin sæst úr rúmdini

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

2 tímar síðan
Tíðindi

Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia

2 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi

3 tímar síðan
Tíðindi

Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York

3 tímar síðan
Tíðindi

Lær føroyska rættskriving í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

5 tímar síðan
Tíðindi

Felags kunningarfundur fyri nýggjar tilflytarar

5 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fegnast um Grønlandsavtaluna

6 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri eykajáttanir á skránni í Vestmanna í dag

6 tímar síðan