Liðini hjá Martini Agnarssyni, Áka D. Samuelsen og Mattiasi Hellisdal, Mjällby og Västerås leiktu leygardagin næstseinastu dystirnar í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.
Á útivølli megnaði Mjällby javnleik 1-1 móti Malmö FF. Martin var á vøllinum allan dystin, og Áki kom á vøllin stutt fyri steðgin, tá Jacob Bergstöm gjørdist skaddur.
Tá farið var um fyrsta hálva tíman legði Villiam Granath Mjällby á odda 1-0. Í 63. minutti javnaði heimaliðið til 1-1.
Mattias var á vøllinum í 73 minuttir, tá Västerås á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg tapti 1-3 fyri GAIS.
GAIS legði seg á odda longu aftaná 10 minuttirs spæl. Men bert níggju minuttir seinni javnaði Jens Magnusson fyri Västerås. Stutt áðrenn Mattias fór av vøllinum legði heimaliðið seg á odda 2-1, og móti dystarenda øktu teir til 3-1.