info
Ongi úrslit

Korona: Næstan allir føroyingar vilja koppsetast

– Men nøkur vilja kortini bíða eitt sindur

Áki Bertholdsen
21. januar 2021 kl. 10:51
 Næstan allir føroyingar eru sinnaðir at lata seg koppseta fyri koronu. Tað vísir ein spurnarkanning, sum Heilsumálaráðið hevur gjørt, har fólk kring alt landið eru spurd. Og úrslitið er, at 84 prosent av føroyingum siga, at tey eru sinnað at lata seg koppseta fyri koronu. Men støðan er tann, at 14 prosent vilja bíða eitt sindur fyri at vita, hvussu alt tekur seg upp, men 67 prosent eru sinnað at lata seg koppseta beinanvegin. Hinvegin eru tað trý prosent av føroyingum, sum longu eru koppsettir. Haraftur ímóti eru tað 5,6 prosent av fólki, sum ikki vilja koppsetast og 10 prosent hava ikki tikið støðu. Kanningin vísir eisini, at tey yngru ættarliðini eru eitt sindur meiri ivasom enn tey eldru. Kanningin vísir, at 57 prosent av teimum 18-29 ára gomlu vilja koppsetast beinanvegin, men 14,4 prosent vilja bíða eitt sindur og átta prosent siga nei. Harafturímóti vilja 55,38 prosent av teimum 30-44 ára gomlu, lata seg koppseta beinanvegin og 19,23 prosent vilja bíða eitt sindur, og 10,77 prosent siga beinleiðs nei. Hinvegin er tað ímillum 73 og 80 prosent av teimum eldru, sum vilja koppsetast beinanvegin.
Myndin er ikki tøk
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um tølini. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning, at eitt stórt tal á fólki verður koppsett so at sjúkan ikki fær breitt seg. Hvussu stórur hesin parturin skal vera, veldst um, hvussu gott koppetingarevnið er. Men við teimum koppingarevnum, sum í dag eru til taks,  er tað nøktandi at eini 80 prosent, ella meira, verða koppsett. – At tað bara er ein heilt lítil partur, sum ikki vil vita av koppsetingini, er gleðiligt, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at hann skilur fullvæl at tað eisini eru fólk, sum eru í iva, tí alt hevur gingið so óvanliga skjótt. – Vanliga tekur tað fleiri ár at menna eitt koppingarevni, sum hetta. Men fyri framtíðarútlitini er tað avgerandi, at ein stórur meiriluti av fólkinum letur seg koppseta, og tað sær út til at fara at eydnast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Niðara endaspælið: greiðir sigrar til B36 og 07 Vestur

5 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk: Bæði funnin deyð

6 tímar síðan
Tíðindi

Aleksandar Vučić leggur frá sær

7 tímar síðan
Tíðindi

Týdn­ing­ar­mikl­ir før­leik­ar í før­oyska sam­felagnum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Átta dystir vóru leiktir í dag

7 tímar síðan
Tíðindi

Málmansbrølari kostaði Noregi móti Portugal

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ein stór løta at fáa debut á landsliðnum

8 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop rakti sjónvarpsstøð í Tigray

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Moldova fyri Slovakia

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggju el­rusk­bil­ar­nir fara til verka í vikuni

10 tímar síðan
Tíðindi

WorldSkills í Shanghai - eitt stig á leiðini

10 tímar síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf er nú fjórðfremst í Bundesliguni

10 tímar síðan