– Nei, Sjálvstýri og Kristin Michelsen hava ongan trupulleika við at peika á Aksel V. Johannesen sum løgmann og at fara í samgongu við Javnaðarflokkin.
Tað segði Sámal Petur í Grund á tíðindafundi hjá Sjálvstýrinum fyri løtu síðani, at valskrá floksins varð løgd fram.
– Vit hava tosað við Kristin Michelsen um hetta málið, og tað er ikki ein trupulleiki meira. Hansara støðva var bara galdandi til síðsta løgtingsval, sigur Sámal Petur í Grund.
Eftir at Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum í 2019 og ikki slapp at stilla upp aftur fyri Javnaðarflokkin, skifti hann til Sjálvstýri og varð valdur sum einasta tingumboð floksins á seinsta løgtingsvali. Tá var tað, at Kristin Michelsen valkvødlið segði, at fremsta mál hansara var, at Aksel V. Johannesen ikki skuldi gerast løgmaður aftur.
Men tað er altso ikki galdandi meira, segði Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri á tíðindafundinum.
Kristin Michelsen var ikki við á framløgufundinum hjá Sjálvstýrinum, tí hann er burutrstaddur.
Kristin hevur ongan trupulleika við at peika á Aksel Kristin hevur ongan trupulleika við at peika á Aksel
Stríðsøksin er nú jarðað, og Sjálvstýri hevur ongan trupulleikar at fara í samgongu við Javnaðarflokkin
Eirikur Lindenskov
24. november 2022 kl. 11:45
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
Í gjár kl. 15:45
Ein stormskaði fráboðaður
25. oktober kl. 09:07
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
26. oktober kl. 20:45
Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir
28. oktober kl. 10:47
Tað gekk sum Sigfríður spáddi
25. oktober kl. 20:51
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær
14 minuttir síðan
Fótbóltur
Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið
56 minuttir síðan
Fótbóltur
Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij
1 tími síðan
Tíðindi
Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð
1 tími síðan
Hondbóltur
16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað
1 tími síðan
Fótbóltur
Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum
2 tímar síðan
Hondbóltur
Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru
2 tímar síðan
Tíðindi
Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo
3 tímar síðan
Hondbóltur
Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið
3 tímar síðan
Tíðindi
Verkfall í 113 havnum – mótmæla vápnaflutningi og krígsvanda
4 tímar síðan
Hondbóltur
Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu
4 tímar síðan
Fótbóltur
Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali
4 tímar síðan