info
Ongi úrslit

Lagaligari treytir hjá pensjónistum sum fáa brennistuðul

Treytirnar um viðbót til ávísar pensjónistar, eisini kallað brennistuðul, skulu gerast lagaligari

Nanný Toftegaard
8. februar 2024 kl. 13:56

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, sum hevur við sær, at pensjónistar í størri mun kunnu hava kapitalinntøkur, samstundis sum tey fáa brennistuðul.

Sambært lógini, sum í dag er galdandi, hevur ein pensjónistur ikki rætt til brennistuðul, um hann hevur kapitalinntøkur, sum eru hægri enn 2.000 kr. Hetta hevur havt við sær, at m.a. pensjónistar, sum fáa útgoldið eina minni upphædd í vinningsbýti, missa allan brennistuðulin, sum er 8.160 kr. skattafrítt um árið.

Sambært hesum uppskotinum kunnu pensjónistar hava kapitalinntøkur upp til 12.600 kr. um árið og samstundis hava rætt til brennistuðul.

- Prinsipielt haldi eg ikki tað kann vera rætt, at ein pensjónistur skal missa eina størri upphædd, enn tað, sum viðkomandi fær í t.d. vinningsbýti, og er hetta tí eisini høvuðsorsøkin til hetta lógaruppskotið”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Hoyringsfreistin í sambandi við uppskotið er tann 27. februar 2024.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

19 minuttir síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

35 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

2 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

3 tímar síðan
Tíðindi

Hákun kongur kondolerar Spania

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru 64 staðfest deyð í tokvanlukku

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

6 tímar síðan
Tíðindi

Hesi minningarhald verða í Sunda kommunu

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

8 tímar síðan
Tíðindi

Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

8 tímar síðan