info
Ongi úrslit

Mette skilir ynskið um sjálvstøðugan WTO limaskap

Í setanarrøðu síni í Fólkatinginum í dag nam forsætisráðfrúan við føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap í WTO

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, tá hon helt setanarrøðuna í Fólkatinginum í morgun. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
1. oktober 2024 kl. 12:29

– Ríkisfelagsskapurin er í broyting. Og eg eri fegin um, at tað verður gjørt í tøttum samstarvi og við respekt fyri samleikanum hjá hvørjum parti sær, segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, millum annað í setanarrøðu síni á Fólkatingi í dag.
Hon vísti á eitt felags ynski um at víðka møguleikarnar hjá Føroyum og Grønlandi at hava sína egnu uttanríkispolitisku rødd.
– Eitt aktuelt dømi er føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap í heimhandilsfelagsskapinum WTO.
– Tað ynskið skilji eg væl, men tað eru løgfrøðisligar avbjóingar, sum vit mugu loysa.
– Løgmaður og eg eru samd um at leggja málið fyri serligu nevndina, sum eftir heimastýrislógini skal avgerða løgfrøðiligar ósemjur. Og tað er fyrstu ferð í 76 ára søguni hjá ríkisfelagsskapinum, at hendan nevndin verður brúkt, segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa um Føroyar og ríkisfelagsskapin í setanarrøðu síni.
 

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Samandráttir frá dyst­um hjá før­oy­inga­lið­um í Champions League

2 tímar síðan
Tíðindi

Kalas útgevur sítt fyrsta jólalag

2 tímar síðan
Tíðindi

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Danmark vann á Niðurlondum - spæla móti Føroyum leygardagin

3 tímar síðan
Tíðindi

At ganga plankan út

3 tímar síðan
Tíðindi

AGGRASOPPAR útgeva nýtt kasettuband

3 tímar síðan
Tíðindi

Jóla- og familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri

4 tímar síðan
Hondbóltur

Fram vann triðja dystin á rað - HK tapti

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Hákun vann og Óli tapti

5 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Vinnarin av First Lego League kappast í Danmark

5 tímar síðan