info
Ongi úrslit

Nú verður kannað fyri koronu á Eirargarði

Landssjúkrahúsið letur upp nýggja kanningarmiðstøð á Eirargarði í Havn, og nú kunnu øll lata seg kanna fyri koronu uttan ávísing frá lækna.

Eirikur Lindenskov
9. august 2020 kl. 00:08
Í morgin verður kannað fyri koronu frá klokkan 13 til 16. Eftir ætlan verða kanningar gjørdar gerandisdagar frá klokkan 17 til 19, men hesar tíðir verða lagaðar eftir tí tørvi, sum er í samfelagnum. Seinastu dagarnar hevur ovurstórur áhugi verið millum manna at lata seg kanna og bíðirøðirnar langar. Ferðsluviðurskiftini eru munandi frægari á Eirargarði, og Landssjúkrahúsið metir sum heild, at umstøðurnar at skipa fyri koronakanningunum verða betri enn á J. C. Svabosgøtu. – Størsta broytingin er tó, at nú er ikki longur neyðugt at fáa ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna. Fólk skulu bara møta upp í bili og so taka røsku starvsfólkini sær av kanningunum og allari neyðugari skráseting, verður sagt av Landssjúkrahúsinum. Skeltir eru sett upp, sum vísa vegin, tá ið fólk nærkast Eirargarði. 
Myndin er ikki tøk
Myndin er ikki tøk
Myndin er ikki tøk
Myndin er ikki tøk
Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Brúgvin millum Biskupstorg og Rótina stongd í fýra dagar

5 minuttir síðan
Tíðindi

Putin vil hitta Trump og Xi um Ukraina

30 minuttir síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á Kyiv í nátt

1 tími síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Bretagne í dag

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF fekk bank á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi

Skagerak: Fýra sluppu av brennandi fiskiskipi

8 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ heldur fast í oddasessinum - Mors Thy tapti í Aalborg

8 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Marita og liðfelagarnir taptu í Kroatia (Champions League)

9 tímar síðan
Fótbóltur

FM-vinnararnir mistu stig á heimavølli

10 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Víkingur - AB

11 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin brendi brotsspark - Liðið hjá Jóhannu vann toppdystin

11 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - 07 Vestur

11 tímar síðan