Liðini hjá landsliðsliðskiparanum, Áslu Johannesen og hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen stríðast í hvør sínum enda á stigatalvuni í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Í dag var Ásla so óheppin at brenna eitt brotsspark, tá hon og liðfelagarnir á útivølli taptu 2-3 fyri Djurgården í Stokkhólmi.
Maja Green legði Piteå á odda í 14. minutti, men beint undan steðginum javnaði heimaliðið. Við støðuna 2-1 til Djurgården misnýtti Ásla møguleikan frá brotssparksblettinum, og bert tríggjar minuttir seinni økti Djurgården til 3-1. Í yvirtíðini fekk Evelina Moberg pyntað um støðuna fyri Piteå.
Piteå er nummar 10 í deildini við 24 stigum. Tær eru seks stig frammanfyri næstaftasta liðið, Växjö nú fýra dystir eru eftir at leika.
Jóhanna fekk fimm minuttir á vøllinum, tá lið hennara BK Häcken á heimavølli vann 3-0 á Hammarby í toppdystinum í Damallsvenskuni.
Sigurin merkir, at Häcken við 61 stigum er átta stig frammanfyri Hammarby nú bert 12 stig eru eftir at spæla um. So tað skal ganga nógv galið hjá Häcken um tær ikki skulu vinna meistaraheitið.