Gullbrandur í Horni Øregaard var á vøllinum allan dystin, og Olaf Bárðarson var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá lið teirra, Sandnes ULF tapti stórt fyri Kongsvinger í dysti á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Kongsvinger sum kappast við liðið hjá Mattiasi H. Lamhauge, Strømsgodset og Haugesund um tey bæði ovastu plássini, ið geva beinleiðis uppflyting vann stórsigur 4-0 á Sandnes. Í steðginum var støðan 2-0.
Sandnes er fjórðaftast í deildini við 26 stigum nú trý leikumfør eru eftir at leika. Sandnes er fýra stig frammanfyri næstaftasta liðið, Åsane.
Sandnes ULF hevur dyst á heimavølli móti Lyn Oslo komandi sunnudag klokkan 13.30, og tá mugu stig koma á kontuna.