Tveir dystir vóru leiktir í dag í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Í ovara endaspælinum leiktu staðfestur FM-vinnararnir, KÍ javnleik 0-0 móti Víkingi á vøllinum við Djúpumýru.
KÍ er fremst við 53 stigum. HB er nummar tvey við 44 stigum, og kann í besta føri røkka 50 stigum. Víkingur hevur 31 stig og Skála ÍF hevur 14 stig.
Í niðara endaspælinum vann 07 Vestur á heimavølli 2-0 á ÍF. Katlyn Ferreira Soares syrgdi fyri fyrra málinum í 57. minutti, og 10 minuttir seinni økti Evelin Da Silva Mastropasqua til 2-0.
07 Vestur er fremst við 23 stigum og B36 hevur 21 stig. ÍF hevur sjey stig og FC Suðuroy er aftast við fýra stigum.