Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ eru einsamalt oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í dag vann HØJ á útivølli 32-28 (13-12) á Grindsted.
HØJ er fremst í deildini við 14 stigum.
Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge vunnu á heimavølli 34-30 (16-15) á Odder.
Køge er nummar 10 í deildini við seks stigum.
Í bestu deildini var Magnus Árason noteraður fyri eitt mál, tá hann og liðfelagarnir á útivølli taptu greitt 26-37 fyri verandi meistarunum, Aalborg sum vóru á odda 20-13 í steðginum.
Mors-Thy er nummar 11 í deildini við seks stigum.