Vladimir Putin, forseti í Russlandi, hevur skotið upp ein fund við amerikanska forsetan Donald Trump og kinesiska forsetan Xi Jinping í november.
Tað siga ónevndar keldur við kunnleika til málið við amerikanska blaðið The Wall Street Journal, skrivar Ritzau.
Sambært blaðnum er ætlanin at royna at fáa eina niðurstøðu á krígnum í Ukraina, sum er Russlandi til fyrimunar. Uppskotið verður sett í samband við, at viðurskiftini millum Putin og Trump eru vorðin betri seinastu tíðina.
Ein fyrrverandi russiskur fregnartænastumaður sigur við blaðið, at Putin nevndi møguleikan í eini telefonsamrøðu við Trump 9. oktober.
Tað var undir somu samrøðu, at teir báðir sambært Trump gjørdu eina umstrídda avtalu um, at Russland skal lata USA fleiri milliónir tons av dieselolju næstu mánaðirnar.
Eingin endalig avtala
Talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, váttar fyri The Wall Street Journal, at møguleikin fyri einum fundi verður umrøddur.
Hann sigur tó, at hvørki sjálvur fundurin ella ein møgulig dagsskrá eru avgreidd, hóast allir tríggir partar viðurkenna møguleikan fyri, at fundurin kann verða.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, varð mánamorgunin undir eini vitjan í Usbekistan spurdur um málið.
– Tað hava verið umrøður um ein fund. Eg veit ikki, um endalig avtala er gjørd, men forsetin hevur verið greiður. Hann vil hava kríggið millum Ukraina og Russland at enda, sigur Rubio sambært Reuters.
Ukraina ikki við
Sambært The Wall Street Journal hevði ein slíkur toppfundur um kríggið í Ukraina, uttan at ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj er við, verið uttan fordømi.
Seinastu útsagnirnar og avgerðirnar hjá Trump hava elvt til stúran í Ukraina og hjá evropeisku sameindu landsins. Millum annað hevur hann sett ein stóran pakka av revsitiltøkum móti Russlandi í bíðistøðu.
Trump hevur eisini fleiri ferðir funnist at Zelenskyj seinastu vikurnar og sagt, at hann helst sær ein annan í forsetastarvinum.
Sunnukvøldið skrivaði Trump á Truth Social, at Zelenskyj ikki vil enda kríggið og helst ongantíð hevur viljað tað.
Trump og Putin hittust seinast í Alaska 15. august í fjør. Xi Jinping vitjaði Trump í Washington í endanum av september.
/Ritzau/