Niels Áki vann enn einaferð DM fyri juniorar

Niels Áki Mørk úr nýggja styrkifelagnum Stoyt í Havn vann í gjár annað árið á rað danska meistaraheitið í olympiskari veklyfting fyri juniorar

Niels Áki Mørk úr nýggja styrkifelagnum Stoyt í Havn vann í gjár annað árið á rað danska meistaraheitið í olympiskari veklyfting fyri juniorar.  Umframt at vinna gull í 67 kilo vektklassanum, vann Niels Áki samlaðu kappingina fyri allar vektklassar, tá ið sonevndu sinclair-stigini verða roknaði. Vinnaralyftini vóru 89 kilo í trekk og 111 kilo í stoyt. Samanlagt 200 kilo. Sinclair-stigini vóru 274.

 

Við DM-junior í oktober í fjør, vóru lyftini 85/105/190 kilo. Betringin er sostatt 10 kilo. Í gjár eyðnaðust nærum 92 kilo trekk og 115 kilo stoyt. Tað fyrra lyftið bleiv tó kastað afturum, meðan tað seinna bleiv kolldømt.

 

Næsta kapping er FM 2022, sum verður komandi vikuskiftið. Kappingin verður klokkan 14 í Fimleikar-/Virknishøllini í Kommunuskúlanum í Havn. Fyrireikararnir vænta eina spennandi kapping, samstundis sum tað leggjast alsamt nýggir lyftarar til, skrivar Føroya Styrkisamband í tíðindaskrivi.

 

Nýliga eru stovnaði tvey nýggj feløg, Stoyt og Burn Athletics. Saman við landsdekkandi Styrkifelagi Føroya eru sostatt trý styrkifeløg undir Føroya Styrkisambandi.

 

Aðrar kappingar fyri framman eru DM í mai, Women GP Luxemburg í mai, DM-lið í juni, Føroyaleikir í juli, Int.Citade Spain í juli, NM Junior Ísland í okt/nov, NM Senior Finland í oktobur, november og Felagskapping Styrki- og vektlyfing í november.