info
Ongi úrslit

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

Hóast Løgtingið ikki hækkar skattaprosentini, kann ein vanligur fulltíðararbeiðandi rinda 100–300 krónur meira í landsskatti um mánaðin fyri hvørt ár, sum lønirnar hækka.

Eirikur Lindenskov
22. oktober 2026 kl. 12:17

Orsøkin er, at mørkini í skattastiganum ikki fylgja lønargongdini. Nú vil Fíggjarmálaráðið broyta hetta, og hevur sent eitt uppskot til ummælis, sum skal gera enda á, at føroyingar í veruleikanum rinda meira í landsskatti, bara tí lønirnar hækka.

Ætlanin er, at skattastigin frá 2028 á hvørjum ári skal javnast eftir lønargongdini í samfelagnum.

Í viðmerkingunum til uppskotið staðfestir Fíggjarmálaráðið, at stigvaksandi mørkini í skattaskipanini ikki fylgja við, tá inntøkurnar vaksa. Avleiðingin er, at veruligi skatturin á lønarinntøku hækkar við tíðini, uttan at Løgtingið hevur tikið nakra nýggja avgerð um at hækka skattin.

Nýggja skipanin skal broyta hetta.

Á hvørjum ári skal eitt lønarvísital roknast út við støði í miðinntøkuni hjá fólki, sum hava havt A-inntøku allar mánaðir í árinum. Hagstovan skal gera hagtølini, og Fíggjarmálaráðið skal kunngera lønarvísitalið í seinasta lagi 1. september.

Síðani skulu inntøkumørkini í landsskattastiganum javnast samsvarandi og kunngerast í seinasta lagi 1. november fyri árið eftir.

Fyrsta javningin kemur í 2028

Lógaruppskotið skal hava virknað frá 1. januar 2027, men árið 2027 verður grundárið við lønarvísitalinum 100.

Tí kemur fyrsta veruliga javningin av skattastiganum í 2028.

Fíggjarmálaráðið vísir eitt dømi, har miðinntøkan hækkar fýra prosent frá 2025 til 2026. Í tí førinum verða skattamørkini í 2028 flutt soleiðis:

• 65.000 krónur verða til 68.000 krónur

• 180.000 krónur verða til 187.000 krónur

• 330.000 krónur verða til 343.000 krónur

• 450.000 krónur verða til 468.000 krónur

• 600.000 krónur verða til 624.000 krónur

Sjálv skattaprosentini verða óbroytt: 13, 15, 20, 25 og 30 prosent. Tað eru sostatt mørkini millum skattatrinini, sum flyta seg.

Kostar landskassanum 50 milliónir fyrsta árið

Fíggjarmálaráðið metir, at javningin kann kosta landskassanum umleið 50 milliónir krónur í 2028, um lønarvøksturin verður um fýra prosent.

Eftir tað verður roknað við einari árligari javning upp á góð trý prosent, sum svarar til umleið 40 milliónir krónur um árið.

Ráðið vísir tó á, at hetta er ein kostnaður í mun til eina støðu, har skattatrýstið annars hevði hækkað av sær sjálvum.

Sambært uppskotinum merkir verandi skipan, at reeli inntøkuskatturin hjá einum persóni í fulltíðarstarvi kann hækka við umleið 100 til 300 krónum um mánaðin fyri hvørt ár, um skattastigin ikki verður javnaður.

Bara landsskatturin verður javnaður

Uppskotið fevnir í fyrsta umfari bara um stigini í landsskattinum.

Botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður ikki javnaður, og tí metir Fíggjarmálaráðið, at uppskotið ikki fær fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

Eitt breiðari uppskot um at javna skattastigar, frádráttir og avgjøld var sent til ummælis í september 2025. Tað uppskotið er nú broytt, so tað bara eru skattastigarnir, sum skulu javnast.

Uppskotið er dagfest 19. oktober og er nú til ummælis hjá Fíggjarmálaráðnum. Ummælisfreistin er 13. november. Tað er sostatt ikki lagt fyri Løgtingið enn.

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

20 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

40 minuttir síðan
Tíðindi

Djóni Nolsøe Joensen tikið sæti á tingi

1 tími síðan
Tíðindi

MobilePay nærk­ast Før­oy­um – lóg­ar­forð­ing­in skal nú burtur

1 tími síðan
Tíðindi

21 ára gamal skuldsettur fyri dráp í Grønlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barnaansing og kvinnuheilsa á skránni

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Szeged-GOG beinleiðis á TV3 í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

3 tímar síðan
Tíðindi

Tað verður illveður um vikuskiftið

3 tímar síðan
Tíðindi

Semja við Kina um at virka fyri betri markn­að­ar­atgongd

4 tímar síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

4 tímar síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

5 tímar síðan