info
Ongi úrslit

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

Eftir mong ár sum undangongumaður innan smá vatnorkuverk, letur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum nú stafettina víðari. Sp/f Thorfinn Nielsen á Giljanesi yvirtekur fyritøkuna VatnOrku og fer framyvir at veita ráðgeving, projektering og sølu av smáum vatnorkuverkum, umframt at standa fyri el-arbeiðinum í hesum sambandi.

Eirikur Lindenskov
22. oktober 2026 kl. 14:56

Tíðindaskriv:

Ólavur Poulsen hevur við egnum verki í 12 ár og fyritøkuni VatnOrka í 10 ár, arbeitt við at  fremja góðar loysnir við smáum vatnorkuverkum. Sum umhvørvismaður og fyri stóran part sjálvlærdur tøkningur hevur hann, væleydnað, saman við góðum samstarvsfólkum lagt stóran dent á at laga hvørja einstaka verkætlan til viðurskiftini á staðnum.

Sp/f Thorfinn Nielsen á Giljanesi, sum næsta ár kann hátíðarhalda 40 ára virksemi, hevur drúgvar royndir innan el-arbeiði, serliga í alivinnuni, umframt aðrar størri og smærri el-uppgávur. Seinastu árini hevur fyritøkan eisini verið ein týðandi veitari og uppsetari av sólorkuskipanum til vinnubygningar og sethús. Smáu vatnorkuverkini verða sostatt ein natúrlig víðkan av virksemi teirra innan grøna orku.

Við yvirtøkuni tekur Sp/f Thorfinn Nielsen við umboðnum fyri italiensku IREM verksmiðjuna við sølu og tænastu.

Sum nakað nýtt verður eisini møguligt at fáa smá vatnorkuverk sum heildarveiting. Tað merkir, at Sp/f Thorfinn Nielsen kann átaka sær alla verkætlanina, frá ráðgeving og projektering til rørlegging, byggiarbeiði, uppseting og el-arbeiði, í samstarvi við aðrar veitarar eftir tørvi.

Ólavur Poulsen verður framyvir ætlandi knýttur at virkseminum hjá Sp/f Thorfinn Nielsen eftir tørvi. Soleiðis verður hansara servitan og drúgvu royndir latnar víðari.

Smáu IREM vatnorkuverkini roynast sera væl í Føroyum, og tað eru fleiri góðir møguleikar fyri nýggjum verkætlanum hjá einstaklingum, feløgum, kommunum o.ø.  Nú verða smáu vatnorkuverkini bundin í SEV-netið og koma tí øllum samfelagnum til góðar.

Ólavur Poulsen fegnast um, at IREM umboðið kemur í góðar hendur, og ynskir Sp/f Thorfinn Nielsen bestu eydnu við at føra virksemið víðari. Tey lutaka í morgin og leygardagin í Norðurlandahúsinum í framsýningini  um varandi orku.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

23 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

20. oktober kl. 10:58

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

12 minuttir síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

52 minuttir síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina hava útflýggjað hvørjum øðrum deyð herfólk

59 minuttir síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

1 tími síðan
Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

3 tímar síðan
Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

3 tímar síðan
Tíðindi

Djóni Nolsøe Joensen tikið sæti á tingi

4 tímar síðan
Tíðindi

MobilePay nærk­ast Før­oy­um – lóg­ar­forð­ing­in skal nú burtur

4 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gamal skuldsettur fyri dráp í Grønlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barnaansing og kvinnuheilsa á skránni

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Szeged-GOG beinleiðis á TV3 í kvøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

6 tímar síðan