NSÍ er greiður favorittur móti B68 á Tórsvølli

Her eru oddsini upp á ólavsøkudystin B68-NSÍ

Ólavsøkudag klokkan 17 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B68 og NSÍ. Dysturin verður spældur á Tórsvølli.

 

(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

NSÍ er fjórðfremst í deildini við 28 stigum. B68 er nummar átta við 11 stigum.

 

Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum 4. mai vann NSÍ 2-1. 

 

NSÍ er greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á sigur til B68, ið er heimalið í dystinum eru 5,42.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,17.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til NSÍ eru 1,39.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##